Gomlu sjálvstýrisflokkarnir góðtóku heimastýrisskipanina og hava verið virknir partar í fólkaræðisligu tilgongdini, hóast tað vóru Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum fingu hesa skipan ígjøgnum, tí loysingarflokkurin Fólkaflokkurin ikki vann tann eina tingmannin, honum restaði, fyri at fáa meiriluta á tingi.
Longu tá skinklaði Fólkaflokkurin í kongunum – og tað bar við sær, at Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður.
Javnaðarflokkurin hevur eisini roynt at siglt millum skerini fyri ikki at styggja sambandsveljararnar, samstundis sum hann eisini kundi halda potentiellum sjálvstýrisveljarum til við sínum yvirtøkupolitikki, sum skuldi – sum gamli formaðurin plagdi at siga – føra Føroyar at loysingini, um ikki til loysingina.
Men nú er góði gamli Sambandsflokkurin eisini farin at skinkla í kongunum. Løgmaður hevur droymt um ein ríkjafelagsskap. Hann er tó bankaður upp á pláss í egnum flokki, hevur verið í størsta danska dagblað við dreymi sínum, sum eingin tó gav ans – eins og hann var á ríkisfundi, har hann heldur ikki fekk ljóð fyri uppskotinum.
Afturkomin sigur løgmaður, at samstarvið í ríkisfelagsskapinum eru broytt soleiðis, vit nú fara at arbeiða við møguleikum í staðin fyri forðingum. Skilja vit løgmann rætt, so hava hann, Helle Thorning-Schmidt og Kupiik Kleist samtykt, at tey nú fara at brúka politiskar møguleikar í staðin fyri løgfrøðisligar forðingar.
Sera áhugavert, serliga um hini bæði hava skilt semjuna á sama hátt.
Í sama andadrátti sigur løgmaður, at hann heldur, at vit eiga at taka uppaftur stjórnarskipanararbeiðið, og gjørt tað liðugt!
Men hesum hóvar ikki Bárði Nielsen, sum tykist vinna sær leiklutin sum andstøðingur løgmans í Sambandsflokkinum. Bárður sigur í lesarabrævi í dag, at arbeiðið við stjórnarskipanini skal liggja. Hann vísir á, at samgongan hevur avgjørt, at hetta arbeiðið ikki skal takast uppaftur og vísir á, at hetta er eitt projekt, sum fullveldissamgongan sjósetti um aldaskiftið.
Altso, nú skal løgmaður setast upp á pláss við sínum luftkastellum...