Fyri tað fyrsta er torført at taka uppskotið í álvara, tí uppskotið er sum longu nevnt ein opinber provokatión, hvør skal siga: føroyingar njóta bert rættindi, meðan teir ikki gera sínar skyldur í ríkisfelagsskapinum. Tað er ikki óhugsandi, at nógvir danir, sum ikki kenna viðurskiftini millum bæði londini, fara at taka undir við hesum hugsunarhátti. Til hetta eiga føroyskir myndugleikar at svara, at føroyingar frá gamlari tíð hava havt ávís rættindi í ríkinum. Eini av hesum rættindum vóru júst hetta ikki at hava verjuskyldu. Vit eiga at halda fast um hesi gomlu rættindi. Herumframt eiga føroyingar at vísa á, at føroysk verjuskylda í Danmark er ein so grundleggjandi broyting av galdandi fortreytum fyri ríkisfelagsskapinum, at hetta í sjálvum sær talar ímóti uppskotinum hjá danska fólkaflokkinum.
Spurt kann verða, hví uppskotið kemur júst nú? Hvør er orsøkin til hesa margháttligu timing? Danski fólkaflokkurin hevur frá fyrsta degi havt ilt av ríkisfelagskapinum. Í løtuni er rættiliga friðarligt millum londini, og tað tykist, sum flokkurin kundi havt áhuga í einum ávísum rumbli. Formaðurin í størsta andstøðuflokkinum hevur lagt ábyrgdina av uppskoti danska fólkafloksins á løgtingið, sum hann sigur hava samtykt mál, ið rudda vegin fyri føroyskari verjuskyldu. Løgmaður hevur sum vera man víst hesum aftur. Samantikið má sigast, at tað er torført at taka uppskotið fyri fult. Hinvegin er uppskotið væl egnað at grugga tey rættiliga góðu viðurskiftini, sum í løtuni valda millum tjóðirnar báðar. Tískil má løgmaður taka alt hetta í álvara, bæði danska fólkaflokkin og føroyska tjóðveldisflokkin.
Sosialurin