Eftir at Bjarni Djurholm boðaði frá, at hann legði ikki uppskotið til verkætlanarlóg um Norðoyatunnilin fram, lupu Rúna Sivertsen og Karsten Hansen upp á tjóðlegg. Tey sóu valagnið hvørva út millum tonglar og tara, út á streymasjógv, og so var eingin góðgætisbiti at halda fyri munnin á norðoyingum.
Tiansheldur mátti Anfinn Kalsberg, sjálvur løgmaður, leggja uppskotið fyri tingið, hóast uppskotið bara er í hálvum gekki. Tann endaliga tunnilsleiðin er ikki løgd, og tí er kostnaðurin heldur ikki greiður. Men Anfinn Kalsberg skal jú eisini hava okkurt at taka úr sjáttuni, tá politisku avrikini skulu vigast á vektini hjá veljarunum. Tann stóra verkætlanin um fullveldi, sum hann legði alla sína orku og politisku framtíð í, kollsigdli. Vit eru tí ikki komin ein fjórðing longur fram á sjálvstýrisleið enn í 1998.
At panikkur er komin í fólkafloksfólk, er ikki so løgið, tí veljarakaningar higartil hava ikki verið til vildar. Tí var altíð væntandi, at Óli Breckmann for at gera okkurt sprellið nú upp undir valið. Og politiskt er hann hann snúin, tí hann hevur drigið fram gamla uppskotið, sum Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin løgdu fyri tingið fyri skjótt hálvumøðrum ári síðani.
Hetta ger hann av tveimum orsøkum. Hann kann vóna, at andstøðuflokkarnir taka undir við uppskotinum saman við Fólkaflokkinum, og so kann hann vísa á í valstríðnum, at hann slóðaði fyri einum skattalætta. Um Óli Breckmann ikki fær andstøðuna í leypin, so kann hann brúka tað ímóti hesum báðum flokkunum: -Her síggja tit, Javnaðurin og Sambandið róptu upp um skattalætta, men tá flokkarnir skuldu vísa tað í verki, stungu teir halan millum beinini!
Í prinsippinum kunnu andstøðuflokkarnir óivað taka undir við uppskotinum. Hinvegin, var Óli Breckmann seriøsur, hevði hann lagt uppskotið fram, ella kravt, at Karsten Hansen kom við tí, tá fíggjarlógin var til viðgerðar, so tað varð tikið við í hana. Fíggjarlógin hevur hall, og skulu 80 mió.kr. verðið lætnar í skattalætta, økist hallið so nógv, at talan er um ábyrgdarloysi.
Henda vikan í politikki er dømi um, at landsstýrissamgongan er í upploysn, er ábyrgdarleys, og at løgmaður hevur mist takið á samgongu og sínum egna flokki. Tí er henda samgongan heldur ikki nakað grundarlag at seta eina nýggja samgongu á eftir valið. Tað eigur veljarin at leggja sær í geyma tann 30. Apríl.
Sosialurin