Oddagrein·Ungdómur og tónleikur

Tey seinastu árini hevur føroyskur tónleikur verið í sterkari menning og er hetta galdandi fyri bæði klassiskan eins væl og fyri rútmiskan tónleik. Tað er ikki bert í Havn at vit hava eitt ríkt tónaleikalív, men hetta merkist um alt landið. Ja kanska eru tað økini uttan fyri høvuðsstaðin, sum gera mest vart við seg. Prix Føroyar er í gongd við fullari ferð. Mentanarhúsið í Fuglafirði er framúr góður karmur um hetta stórfingna tiltak. Tað er sera gott, at vit hava fingið eitt hús sum mentanarhúsið í Fuglafirði, soleiðis, at tað ber til at hava stór tiltøk uttan fyri Havnina. Vónandi verður hesum húsi lív lagað, tí húsið hevur longu prógvað sín stóra týdning ikki bert fyri mentanarlívið í Eysturoy men fyri alt landið.

Sum nevnt er føroyskur tónleikur í sterkari menning. Hetta er eitt øki, sum landsins myndugleikar eiga at stuðla. Hetta eigur at verða gjørt bæði av mentanarligum og av búskaparligum orsøkum. Tað er sjálvsagt, at myndugleikarnir eiga at stuðla tónleikinum. Ein týðandi orsøk til menningina er at finna í musikkskúlunum, har ung talent kunnu mennast og blóma. Hesi gávuríku fólk leggja sína listarligu orku í rútmiskar bólkar ella leika í klassiskum bólkum. Báðir formar hava týdning fyri føroyska mentan og báðir formar eiga at fáa dyggan stuðul frá myndugleikunum. Hetta skapar gleði og trivnað.

Men tónlist og tónleikavirksemi eru eisini góður búskapur. Tað er einki at ivast í, at stórir útflutningsmøguleikar eru í føroyskum tónleiki. Tað ræður tí um, at tað almenna skapar góðar karmar kring tónleikavirksemið í Føroyum. Á hesum øki eru stórir menningarmøguleikar, tí her eru bæði arbeiðspláss, inntøkumøguleikar, trivnaður og økismenning alt í einum. Hartil kemur, at okkara ungu tónaskøld og tónleikarar gera eitt stórt PR-arbeiði fyri Føroyar uttanlanda. Tey ungu tónlistafólkini, klassisk so væl sum rútmisk, hava sama týdning sum eitt nú fótbóltslandssliðið. Tey gera, at Føroyar koma í gott orð uttanlanda og tað hava vit harðliga brúk fyri. Og so skapa tey góða list, og tað er tað, sum hevur størsta týdningin. At ung tvørakvinna stóð seg so avbera væl í stórari danskari tónleikakapping boðar eisini frá góðum og eigur at geva teimum, sum dagliga arbeiða við eitt nú tónleikaundirvísing og myndugleikum annars gott mót og er tað ein staðfesting av, hvussu stóran týdning eitt ríkt tónleikalív hevur fyri bæði okkum sjálvi og fyri Føroyar sum so. Tillukku til Prixvinnarar og luttakarar og til Guðrun. Koyrið á.

Sosialurin