ODDAGREIN: Ung oyðileggja seg sjálv...

Tað var ein áhugaverd ís­lendsk-før­oysk kanning av níggjunda­floks­næm­ing­um, sum varð løgd fram á lær­ar­a­degi seinasta leygardag – og sum vit prenta burtur úr í blaðnum dag. Kann­ingin vísir eitt nú, at sterk­ari sam­band­ið er millum ung og for­eld­ur, minni roykja og drekka tey.

Tað eru tveir granskarar, sum hava gjørt kanning av ymsum van­um hjá níggj­und­a­floks næmingum í Ís­landi og í Føroyum. Kanningin snýr seg eitt nú um, hvussu nógv tey ungu roykja, drekka, eru úti um kvøld­ið, taka skúlan í álv­ara, eru sam­an við foreldrum sín­um, bólka­trýst og nógv annað. Alt viðurskifti, sum eru sera viðkomandi at ávirka pos­i­tiva vegin til tess at menna góð­ar sam­­­fel­­ags­borg­ar­ar.
Órógvandi er tað tó at síggja, at tøl­ini fyri føroyska ungdómin eru væl hægri, enn tølini fyri ís­lendsku javn­aldr­ar­nar, tá talan er­ um, hvussu ofta tey hava verið full sein­astu 30 dagarnar, hvussu illa tey roykja, hvussu lítið tey eru saman við for­eldr­u­num, hvussu nógv for­eldr­ini vita um, hvørjar vinir tey ungu hava og so framvegis.
Tó er gott at síggja, at íslendsku tøl­ini fyri 15 árum síðani líktust okk­ara tølum. Men so tóku grannar okk­ara fyri vestan seg saman fyri at bøta um hesi viðurskifti. Ís­lendski granskarin, Jón Sigfússon segði á lær­ar­a­deg­num leygardagin, at teir mest týð­andi vanda- og trygd­ar­fak­t­or­ar­nir eru familja, javnaldrar, virk­semi eftir skúlatíð og trivnaður sum heild.
Hetta eru alt viðurskifti, sum vit kunnu gera nakað við. Í Íslandi hava tey gjørt hesa kanning á hvørjum ári síð­ani 1998, og er ætlanin at halda fram við hesi kanning í Før­oy­um.
Skúlin verður so mangan brúktur sum undanførsla, tá serlig stig skulu takast við uppalingini. Tað tyk­ist vera tey, sum halda, at skúlin í alt ov stóran mun eigur at taka sær av upp­ali­ngini. Men tað skerst ikki burt, at høvuðsábyrgdina fyri hes­um hava foreldrini. Og sum kann­ingin vísir, so er nýtlsa av tubb­aki, rúsdrekka og rúsevnum øvugt pro­p­or­­t­­inal við samveru millum for­eldu­­r og børn. So her er bara hjá for­eld­runum at taka seg saman. At for­eld­ur lata slíkt um seg ganga, at skúla­børn bæði kunnu roykja og drekka regluliga, tað sær alt annað enn pent út. Og at fimti hvør skúla­næmingur í níggjunda flokki roykir dag­liga og enn fleiri drekka javnan ber boð um, at at stórur partur av for­eld­r­u­num vanrøkja síni børn.
Her eiga álvarslig stig at verða tik­in – bæði við atliti at børnunum, men ikki minst til tess at uppdraga for­el­dur til at vera foreldur við ábrygd.