Vit hava fingið tveir undirsjóvartunlar, hvat vildi verið heilt óhugsandi fyri bert fáum árum síðani. Vit hava við teimum kanska gjørt størstu íløgur í heiminum í undirstøðukervið mátað uppá íbúgvar í landinum. Nú er einki óført. Tosað verður um at gera tunnil í Sandoynna og seinni í Suðuroynna og at gera tunnil ella tunlar, sum binda saman Streymoynna og Eysturoynna enn meira. Aftrat hesum verður eisini alternativur flogvøllur umrøddur.
Well, tað er gott at hava visjónir og hyggja langt inn í framtíðina. Spurningurin er sjálvandi, hvat vit hava ráð til og hvussu vit raðfesta. Men er tað ikki eisini rætt at seta spurningin, hvat tænir landinum og komandi ættarliðnum best. Og her er tað, at landsplanlegging eigur at koma inn í myndina. Hon hevur tíverri alt ov ofta verið eitt tabuorð í føroyskum høpi. Tí hevur eisini nógv útbygging verið stýrd av lokalpolitiskum áhugamálum.
Tað var tann tíð, tá Landsverkfrøðingsstovnurin veruliga var ein tungur stovnur, og tað vigaði nógv, hvat fakkunnleikin har segði. Seinnu árini hava vit niðurpínt stovnin, soleiðis at ein ekspertisa, er farin fyri skeyti.
Nú tá so stórar avgerðir skulu takast um milliardaíløgur í framtíðar infrastruktur hava vit vissuliga brúk fyri einum slíkum stovni, og politikararnir mjugu lurta meira eftir tí fakliga og objektiva kunnleikanum og ráðgevingini. Skal nøkur meining vera í at gera hesar stóru íløgur mugu tær byggja á objektiv og faklig infrastrukturell sjónarmið. Tíðin má vera farin, har lokalpolitiskt trýst er avgerandi fyri, hvussu landið verður útbygt og bundið saman. Taka vit komandi Skálafjarðartunnilin, má hann ikki gerast út frá, hvat júst tænir einum avmarkaðum lokalum øki. Eisini hann eigur at vera partur av eini landsplanlegging.
Lat okkum tí longu nú fáa eitt breitt orðaskifti um eitt nú Skálafjarðarsambandið, eitt nú um í hvønn mun hann skal byggja á lokalpolitisk og á landspolitisk áhugamál! Í heila tikið eiga vit at brúka nógva orku at viðgera tær stóru íløgur, ið skulu gerast í undirstøðukervið. Vit mugu vita, hvat er búskaparliga mest forsvarligt og hvat tænir landinum sum heild best heldur enn einum avmarkaðum lokaløki. Og hóast tosað verður um privatar íløgur, so vil tað almenna altíð vera ein týðandi partur av hesum.
Sosialurin