Amnesty International hevur gjørt vart við hetta óskilið, og víst á, at her verða framd grov brot á mannarætindi. A.I. í Føroyum hevur verið sera virkið og gjørt eitt megnararbeiði fyri at upplýsa føroyingar um støðuna á Guantanamo. Felagsskapurin hevur víst á, at her verða grundleggjandi mannarættindi brotin, og at hóast vit eru fá og smá, eiga vit at gera vart við okkum. Amesty hevur púra rætt og eiga allir føroyingar at bakka upp um felagsskapin, hvørs virki er okkum øllum til heiðurs.
Tað er tí eitt sera løgið samanfall av umstøðum, at júst sama dag, sum fangalegan á Guantanamo verður fimm ár, tekur løgtingsins uttanlandsnevnd avgerð um at longja loyvið hjá USA at lata henraðarflogfør nýta føroyskt loftrúm. Nú er føroyskt loftrúm enn danskt málsøki, men løgting og landsstýri verða spurd. Tað er valla nakar, sum ímyndar sær, at eitt føroyskt nei hevði forðað heimsins sterkastu hermegi at nýtt føroyskt loftrúm. Men eitt nei vildi havt stóran súmbolskan týdning. Kundi uttanlandsnendin ikki mannað seg upp til at siga nei, so kundi hon lagt treytir við, sum Amnesty hevur víst á. Uttanlandsnevndin kundi havt sett sum treyt fyri at viðmæla loyvið, at føroyskt loftrúm skal ikki nýtast til fangaflutning. Hetta hevði frættst um allan heim og hetta hevði verið ein sigur fyrr A.I og øll, sum reka eitt mangan strævið og vónleyst stríð fyri mannarættindum. Men uttanlansnevndin stóð ikki royndina. Tann vanliga føroyska undirbrottligheitin sigraði og mannarættindini taptu. Hetta var mikið spell, og er okkum til lítlan sóma.
Sosialurin










