Oddagrein· UG til Thor

Í hesum tíðum við ófrættatíðindum nærum hvønn dag úr Miðeystri, Irak og Indonesia, er eisini tiltongt við góðum tíðindum. Tí vóru stórtíðindini úr Hósvík mánamorgunin sera kærkomin. Føroyska reiðaríið Thor hevur gjørt sáttmála við Tórshavnar Skipasmiðju um at byggja eitt stórt veitingarskip til frálandavinnuna fyri 75 milliónir kr. Og skipið skal smíðast í Føroyum. Alt sum tað er.

Hetta eru góð tíðindi fyri allar Føroyar. Fyri tað fyrsta er hugaligt aftur at síggja, at áhugi er fyri at smíða skip í Føroyum. Harnæst er tað fløvandi at vera vitni til, at ein føroysk vinnufyritøka sum Thor hevur dirvi og hegni til at fara undir eina slíka verkætlan. Tað er eisini áhugavert at frætta, at til ber at byggja brýr millum vinnulív og fakfeløg.

Tá hugsað verður um fólkini aftanfyri hesa verkætlan, tey góðu og dugnaligu fólkini hjá Thor í Hósvík, so eigur henda sólskinssøga kortini ikki at koma so óvart á. Fyritøkan hevur nevniliga leingi verið ein av teimum djørvu og dugnaligu í føroyskum vinnuhøpi, har man hevur dugað at spælt uppá teir røttu tangentarnar. Fyri tað fyrsta hevur fyritøkan tikið stigið frá fiskivinnuni til frálandavinnuna. Við at hava eitt bein í hvørjum av hesum vinnum hevur fyritøkan tryggjað sær støðugari arbeiði og rakstur. Men ikki nóg mikið við tí. Fyritøkan hevur so eisini torað at slept heimligu klettunum og er farin út í stóru verð við sínum tænastum, nakað, sum aðrar føroyskar fyritøkur so avgjørt hava nakað av læra av.

Tað er í hesum altjóða arbeiði á føroyskum kjøli, at góðu høvdini hjá Thor hava sæð møguleikarnar at vera við til at menna eina vinnu, sum - hóast mangir føroyingar arbeiða í henni - er rættiliga fremmand fyri flestu av okkkum. Sum skilst hava royndirnar hjá Thor í frálandavinnuni verið við til at menna eitt ávíst slag av frálandaskipum og sum nú eitt nú føroyskir handverkarar sleppa at gera. Og eydnast henda fyrsta verkætlanin væl, umhugsar Thor at byggja fleiri skip í Føroyum.

Einki minni enn eitt reint UG til Thorfólkini og tillukku til tey og til bæði skipasmiðju og fakfelag, sum eru partur av hesi spennandi nýbrotsverkætlan.

Sosialurin