Tað er bý- og bygdaráðið, sum skal syrgja fyri, at tænasturnar í býnum ella bygdini virka. Og er tørvur á nýggjum tænastuveitingum, skal bý- ella bygdaráðið fáa hesar í lag, um fíggjarliga grundarlagið er til steðar.
Ikki skerst burt, at eitt gott bý- og bygdarráð kann duga væl at skipa fyri - bæði vinnuliga og mentunarliga - at trivnaðurin verður so góður, at fólk ikki bara støðast, men at fólk eisini flyta til, so býurin ella bygdin veksur.
Hetta hevur júst verið ein trupulleiki í nógv ár, og kreppan gjørdi eisini sítt til, at fólkatalið minkaði í nógvum bygdum. Trivnaðurin fór fyri bakka og mangastaðni hevur tað verið tungt hjá bygdarráðunum at koma upp undan aftur.
Í nógvum kommunum er skuldin minkað so nógv, at tað aftur ber til halda við líka, byggja út, gera íløgur og skapa trivnað. Summar kommunur hava kortini so stóra skuld at dragast við enn, at tað fer at ganga ár, áðrenn tær aftur kunnu fóta sær aftur og av álvara fara at hugsa um framtíðina. Men skuldaravskrivingin fer sjálvandi at hjálpa nakað.
Einki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt, og búskaparliga bakkastið hevur kanska havt við sær, at bæði kommunustýri og onnur eru meiri varin og ikki gera íløgur í óðum verkum. Harafturat kemur, at Kommunala Eftirlitið óivað virkar betur og skal góðkenna allar fíggjarætlanir, íløgur o.a.
At kommunur í dag taka sær meiri av teimum dagligu spurningunum hjá fólki sæst m.a. av, at fleiri kommunur útvega sær barnagarðar og vøggustovur og fleiri kommunur hava eisini vistarheim og dagtilhald til tey gomlu. Summi má, sum bara flokkarnir á vinstraveingi talaðu fyri, er nú gott latín hjá teimum flestu - eisini teimum borgarligu.
Tað eru nógv, sum halda, at flokspolitikkur hoyrir ikki heima í kommunalpolitikki. Men í øllum teimum størru plássunum skipa politisku valfeløgini fyri uppstilling og valstríðnum. Tað merkir kortini ikki, at fólk altíð velja eftir flokspolitikki, men heldur eftir persónum, og tí ræður um - serliga í høvuðsstaðnum - at hava kend andlit á listunum. Líkt er til, at í fleiri kommunum er uppstillað politiskt hesuferð, og henda gongdin fer helst at hada fram, so hvørt sum kommunur gerast størri ella verða lagdar saman.
Men líka mikið, um uppstillingin er politisk ella ei, mugu vit vóna, at veljararnir velja fólk, sum við ábyrgd taka ímóti teimum avbjóðingum sum liggja fyri framman, so framburður og trivnaður verður í kommununum kring landið.
Sosialurin