Men nú hevur kríggið vart meira enn eina viku og enn røkist einki fyri nøkrum uppreistri millum iraqar móti einaræðinum hjá Baath-flokkinum og Saddam Hussein. Einastu tekin um mótstøðu er millum kurdar norðantil í Iraq, men hetta telur líkasum ikki við, tí Saddam hevur onga hermegi í kurdiska partinum fyri norðan. Hetta, at eingin uppreistur bleiv, er einki minni enn ein vanlukka fyri bretsku og amerikonsku herferðina inn í Iraq. Vandi er nú fyri, at herferðin steðgar upp og at kríggið av álvar kemur í drag. Støðan kann skjótt fara at gerast lík henni, sum Rusland er komið í í Tjetjenia.
I USA og Bretlandi mugu politisku og hernaðarligu leiðslurnar nú spyrja seg sjálvar hvørjar orsøkirnar eru til, at eingin uppreistur móti Saddam Hussein gjørdist veruleiki. Svarið er ikki so líkatil. Eitt er so vist: tað er ikki tí, at Saddam og hansara harðrendi Baathflokkur eru avhildin av iraqiska fólkinum. Heldur er at finna í fyrra Golfkrígnum. Tá eggjaði táverandi forsetin Busch (eldri) fólkinum í sunnara parti av Iraq at gera uppreistur móti einaræðinum í Bagdad. Afturfyri lovaði hann teimum fullan stuðul til at fella Saddam og at til at skipa sunnara partin av Iraq sum eitt sjálvstýrnandi øki. Tey tóku Busch eldra uppá orðið og gjørdu uppreistur. Hesin uppreistur gjørdist ein vanlukka fyri fólkið har suðuri í Iraq, tí Busch eldri sum kunnugt sveik lyfti sítt. Hann tók amerikansku hermegina út úr Iraq, og Saddam hevndi seg á ræðuligan hátt inn á fólkið, sum hevði gjørt uppreistur eftir áheitan frá Busch. Fólk í hundratúsundtali vórðu dripin, og land teirra lagt í oyði við at alt vatn varð veitt burtur. Tað er sostatt einki løgi í, at iraqar nú ikki gera uppreistur. Teir eru ov illa royndir av fyrra Golfkrígnum og líta heilt einfalt ikki USA.










