Á hendan hátt eru okkara umboð í Dublin vorðin víða gitin um allan heim, og tað sama kann so sigst um heimlandið, tey koma frá. Takka verið okkara framúrskarandi umboðum í Dublin eru vit komin í gott orð víða hvar. Tey fyrstu tíðindini av Guernsey eru eisini upplívandi! Føroyingar gera seg postivt kendar, tað veri seg innan talv, fótbólt, svimjing, boccia, flogbólt, kvinnufótbólt - you name it! Tað er gott og stimbrandi fyri ein lítla tjóð sum Føroyar. Vit hava nógv at takka føroysku luttakarunum fyri og eiga tey okkara størstu virðing uppiborna.
Her er veruliga talan um eina sera áhugaverda og spennandi menning innan fleiri ítróttargreinir. Tað er eingin ivi um, at allir føroyingar fegnast um hesa gongd og vóna, at hon fer at halda fram og mennast. Vit eiga ikki at gloyma venjarar og øll hjálparfólk, ið gera alt hetta møguligt. Tað verður víða hvar um landið gjørt eitt veldugt sjálvboðið arbeiðið innan ítróttin bæði hjá ÍSF og ÍSB. Uttan hetta sjálvbodna arbeiðið hevði tann professionella venjingin valla kunna farið fram. Hinvegin má ásannast, at sum gongdin er, er neyðugt við professionellari venjing og eigur hon eisini at vera nýtt í mest møguligan mun og hon eigur at verða økt.
Alt hetta er kostnaðarmikið. Øll vita, at ítróttin fær stuðul fra ymsum síðum. Men ítróttin hevur so stóran týdnng fyri ungdómin og fyri alla tjóðina, at hann eigur at fáa nógv dyggari stuðul frá landi, kommunum, stovnum og vinnulívinum, soleiðis at tann positiva menningin, sum nú sæst kann halda fram.










