Vit vístu í gjár á nøkur grundleggjandi viðurskifti, sum ikki eru í lagi og nevndu í tí sambandi, at vit vildu venda aftur til spurningin um útbúgving. Nú fer veruliga at hasta við einum samlaðum og visjonerum útbúgvingarpolitikki. Vit vita, at tað stendur ikki væl til í fólkaskúlanum, vit vita, at miðnámsøkinum tørvar ábøtur, og vit vita somuleiðis, at tað hevur skund við samskipan av hægri útbúgvingunum. Sum vanligt hevur orðaskiftið verið meira eyðkent av togan um bygnað og staðsetingar enn av spurningum um innihald. Vit mugu nú koma víðari.
Undanfarna samgonga gjørdi eitt dygdargott og stórt arbeiði til tess at bøta um alla undirvísingarskipanina frá dagstovni til universitet. Ein týðandi partur av hesum arbeiði varð lagt í Visjón 2015, har stór almenn orka varð nýtt. Úrslitið var á mangan hátt sera áhugavert, sum ikki er so løgið, eftir sum nakrir av landsins bestu heilum vóru millum høvundarnar. Tað vildi verið burturvið ikki at nýtt alt hetta tilfar og tey tilmæli, sum liggja í visjónstilfarinum. Tað eru ikki stundir at gera alt hetta arbeiðið umaftur, og tí eigur samgongan at halda fram við tí arbeiði, sum undanfarna samgonga legði til rættis. At landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum sleppur at seta síni egnu fingramerki á útbúgvingarpolitikkin er sjálvsagt, men vit kunnu ikki bíða fýra ár eftir einum nýggjum útspæli. Tað er tí eitt at gera, og tað er at taka táttin upp aftur og gera setningin lidnan. Í altjóðagerðini eru bert tey trý hyggjuráðini: útbúgving, útbúgving og útbúgving.
Sosialurin