Tað verður mangan ført fram, at nógv av tí, ið floymir inn yvir landið uttanifrá, kann verða skaðiligt fyri børn og ung. Her hugsa fólk flest um filmar, spøl og tílíkt. Tað er rætt, at vit eiga at syrgja fyri at eitt nú harðskapsfilmar verða hildnir burtur frá børnum. Tað eru helst nógv, ið heldur vilja síggja andaligt tilfar býtt út til føroyska ungdómin. Men er alt uppbyggandi og mennandi, bert tí at tað hevur eitt religiøst innihald?
Er tað mennandi fyri ungdóm at breiða út ein boðskap, har illir andar og demonar eru allastaðni og í øllum? Er tað mennandi fyri ungdóm at demonisera alt verðsligt, sosum poppmusikk, vín, sjónvarp, telduspøl og internetið?
At vaksin fólk velja at brúka sína frítíð uppá nakað, ið fyri uttanfyristandandi sær eitt sindur okkult út, er í fínasti lagi. Í einum frælsum upplýstum samfelag í 2003 kunnu vit gera, tað okkum lystir, soleingi landsins lógir verða hildnar. Tó má man ansa eftir at børn og ung ikki verða skaðiligt ávirkað av slíkum, ið er sera fjart frá tí, man kann vænta í einum upplýstum samfelag í 2003.
Eitt land kann ikki isolera seg frá umverðini við religiøsum dogmum. Sjónvarp, internet og undirhaldsídnaðurin eru tíbetur komin fyri at verða, og tann besta verjan eitt ungt fólk kann fáa er eina skúlagongd og uppæling, ið gevur teimum góða barlast við vitan um heimin og ein víðan sjónarring.
Trúgv er ein persónligur spurningur, og gevur nógvum eitt gott grundfesti í dagligdegnum. Tó loyva vit okkum at spyrja, um tað ikki er at fara nakað langt, tá man breiður út ein boðskap, har illar andar koma inn í seks ára gomul børn, tí tey hugsa um sigarettir, og har fjandin sjálvur er allastaðni, sjálvt í vanligum tónleiki. Er tað sunt fyri ung at fáa at vita, at sjúka kann verða illir andar og kann grøðast á grøðingarfundum? Vit gerast syrgin, tá vit síggja medisinmenn í Afrika venda heilivági bakið, og dansa runt og stroyða mold á fólk fyri at grøða AIDS. Er eitt grøðingarmøti í eini føroyskari høll so nógv øðrvísi? Vit seta spurningin, tí vit halda tað er rætt at hann verður viðgjørdur og lýstur alment og frá fleiri síðum.
Sosialurin