Fyri tað fyrsta var tað sjálvur formurin ella leisturin, sum í sjálvum sær forðaði fundinum í at gerast spennandi: Fundarleiðslan hevði valt at lata allar spurningar til fólkið í salinum. Hetta gjørdi, at onnur valevni enn formenninir, ið sótu við pallborðið, sjálvandi nýttu høvið at markera seg við spurningum til teirra egnu floksfelagar ella til mótstøðumenn. Sama ger, fundarfólk og hyggjarar kendu svarini, áðrenn svararin yvirhøvur hevði tikið orðið, og hetta gjørdi fundin keðiligan og taman.
Nú fara vit sjálvsagt ikki at mæla til sensur á almennum fundi, men okkurt kundi verið broytt við teimum komandi fundunum, soleiðis at áhoyrarar og hyggjarar veruliga kunnu fáa eina hóming av tí, sum flokkarnir hava at bjóða og tí, sum skilur. Ein kundi t.d. havt eina samanseting av spyrjarum, soleiðis, at ein bólkur av atfinningarsomum journalistum og serfrøðinum høvdu fyrru helvt av fundinum. Síðan kundu fundarfólk og valevni frítt rátt fyri seinnu helvt. Hetta hevði møguliga kunnað gjørt fundirnar eitt sindur minni keðiligar og enntá meira upplýsandi.
Hin orsøkin til, at fyrsti valfundurin gjørdist eitt sindur deydligur, var, at tað var so lítil munur á sjónarmiðunum hjá teimum ymsu flokkunum. Hvat er tað, sum veruliga skilur her við byrjan av valstríðnum? Spurningurin um fiskiloyvini og hvussu fiskatilfeingið, sum verandi ogn Føroya fólks, skal umsitast, kann væl fara at gerast tann stóri stríðsspurningurin. Her er veruliga munur á áskoðanum, og hetta verður eitt heitt mál í valstríðnum og til samgongusamráðingarnar eftir valið.
Ein annar spurningur er málið um stuðul til mentan og list, har Miðflokkurin hevur eina sera víðgongda støðu. Eisini hetta mál kann fara at gerast eitt evni í valstríðnum. Men fyri nú at venda aftur til fundin, so loyva vit okkum at mæla okkara starvsfeløgum í Sortudýki til at endurskoða formin, áðrenn næsti fundur fer av bakkastokki. eitt nú við at gera brúk av egnum góðum journalistiskum kreftum. Ein samanrenning av journalistikki, serfrøði og fólksligheit er okkara besta boð.
Sosialurin










