Oddagrein· Útjaðarin gísli

Uttan at taka dagar í millum partarnar í tí lønarósemju, sum nú hevur elvt til arbeiðssteðg á stórum parti av almenna arbeiðsmarknaðinum, so kunnu vit uttan víðari staðfesta, at útjaðarin enn einferð er vorðin gísli. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, ið sum kunnugt stendst av, at ein stórur partur av manningunum á strandfaraskipunum eru limir í Starvsmannafelagnum.

Fylgjurnar av einum arbeiðssteðgi á hesum sáttmálaøki eru sera ymiskar. Tað kann soleiðis uttan víðari staðfestast, at negativu avleiðingarnar í meginøkinum í fyrstu atløgu eru avmarkaðar. Lívið gongur víðari næstan, sum um einki var hent. Almennu skrivstovurnar eru framvegis opnar. Hóast vekslarar kanska eru stongdir, so sleppur ein framat at kalla øllum teimum embætisfólkum, sum ikki eru í verkfalli, tí beinleiðis telefonnummar standa á flestøllum heimsíðum. Tað ber til at senda teldubrøv til allar almennar teldupostadressur. Løgting og landsstýri, landsstovnar, býráðs- og bygdaráðsstovur, kommunalir stovnar, tunnlar og Bygdaleiðir alt virkar at kalla ónervað av arbeiðssteðginum. Fólk sleppa aftur og fram til arbeiðis, børnini sleppa í skúla og á dagstovn
sum um eingin arbeiðssteðgur var.

Verður sæð burtur frá, at vit einki SvF hava og bert eitt skert ÚF, so eru avleiðingarnar fyri meginøkið sostatt sera avmarkaðar. Vit vita væl, at sum frálíður, tá lønir, pensiónir og aðrar almennar veitingar eiga at verða avgreiddar, fara avleiðingarnar eisini at merkjast í meginøkinum á sama hátt sum tær frá fyrsta degi merkjast í útjaðaraøkjunum. Men sum sagt í fyrstu atløgu er tað útjaðarin, sum verður revsaður fyri eina ósemju, sum í roynd og veru er millum eitt fakfelag, sum hevur flestallar sínar limir í meginøkinum og so ein myndugleika í sama meginøki.

Heildarmyndin av einum verkfalli ella einum arbeiðssteðgi á starvsmannaøkinum verður ósvitaliga, at útjaðarin, ið er púra ósekur og mestsum ikki partur í konfliktini, verður revsaður og gerst gísli hvørja einastu ferð. Hetta er ikki fyri mark. Uttan mun til, hvør ið hevur ábyrgdina av ósemjuni, so styrkir hetta ikki starvsmannafelagspartin. Uttan mun til, hvør ið má sigast at verða atvoldin til ein arbeiðssteðg, so kostar arbeiðssteðgurin altíð Starvsmannafelagnum goodwill ella góðvild. Sum gongdin er innan almennu fyrisitingina, tørvar Starvsmannafelagnum góðvild. Tað kann ikki góðtakast, at útjaðarin gerst gísli hvørja ferð. Uttan mun til, hvør av pørtunum nú einaferð er atvoldin til eina ómsemju, ið leiðir til verkfall, verkbann ella arbeiðssteðg, áttu partarnir eina aðru ferð at funnið eina loysn, har útjaðarin ikki verður revsaður fyri eina ósemju, sum í høvuðsheitunum er staðsett í meginøkinum. Tað ber uttan iva til og kunnu ivaleyst finnast útvegir, ið eru eins effektivir og nú, har útjaðarin at kalla einsamallur í hvussu so er í fyrstu atløgu má bøta við at gerast gísli.

Sosialurin