Men í tey meira enn 225 árini amerikanska tjóðin hevur verið til hevur USA uppá gott og ilt gjørt sína ávirkan galdandi um allan heim. Við dugnaskapi, vilja og eldhuga hava amerikanarar verið við til at seta dagsskránna í heiminum. Leingi hevur landið verið eitt av heimsins ríkastu og mætastu og hevur tað tí eisini hava stóra ávirkan á alla menning kring heimin. Slíkan tjóðardag eigur USA sjálvandi at fáa tøkk fyri tað góða landið hevur gjørt í heimshøpi, har tað m.a. varð við at gera enda á bæði týskunum og japanaserunum undir 2. heimsbardaga, fyri tess leiklut í kalda krígnum og nú loksins fyri tess leiklut at basa altjóða terrorismu.
Men slíkan dag eiga vit so heldur ikki at gloyma USA fyri tess óhepnu og ódemokratisku gerðir eitt nú í Vietnam, Chile oa. Tað, sum tó kemur okkum fyrst og fremst til hugs, tá tað um mannarættindi og USA ræður, er deyðarevsingin. At landið, sum hevur útrópt seg til at vera ?Gods own country? og sum hevur føtt og fostrað fyrstu frælsisorðingini skal taka sínar egnu borgarar av døgum er einki mini enn ein skamblettur á júst frælsisdegnum 4. juli.
Og eins og USA roynir at leggja seg út í ófrælsi og brot á mannarættindi í øðrum londum eiga vit í øðrum londum at leggja okkum út í brot á mannarættindi í USA. Tí er arbeiðið hjá Amnesty at gera vart við ta brotsgerð, sum deyðrevsingin í USA er, av alstórum týdningi. Tað var tí eisini hugaligt at hoyra útvarpið nú um dagarnar endurgeva amerikanska dómaran Jed Rakoff, sum í einum úrskurði sigur, at deyðarevsing er statsfíggjað morð á ósek fólk.