Vit hava fleiri ferðir fyrr á hesum stað umrøtt starvsviðurskifti hjá politikarumum. Sjálvandi skulu vit gjalda okkara kosnu monnum og kvinnum góða løn - tað krevur sítt at vera politikari. Men tingfólk áttu á onkran hátt at skert sínar egnu ágóðar, tá tað leikar so hart á. Tað hevði í øllum givið veljaranum eitt signal um, at tingfólk vilja standa øksl móti øksl við skattaborgaran, sum verður knokkroyttur við øktum skattum, ongum lønarvøkstri og uppsagnum.
Uppskotið hjá Bjørn Kalsø og øðrum tykist í fyrstu syftu sum eitt populistiskt paraduuppskot. Men við at hugsa gjøllari um tað, so er tað beinleiðis vandamikið - ein hóttan ímóti demokraiinum. Men løgtingið hevur hesa heimildina. Finnur Bjørn Kalsø sín meiriluta, ja so verður tingsfólkatalið broytt hareftir. Ætlar hann so at brúka spardu pengarnar - sum hann sjálvur nevndi í Sosialinum mánadagin sum ein møguleika - til skrivarar til tingfólk, ja so ger hann tað.
Vit halda fyri tað fyrsta, løgtingið ikki skal hava heimild til at áseta lønar- og pensjónsviðurskifti hjá sær sjálvum.
Vit halda eisini, at stórmál, sum tildømis at broyta valskipanina, valdømi og at broyta talið á tingfólkum, sum tað minsta eiga at viðgerast av tveimum tingum: At vit hava eitt løgtingsval ímillum. Soleiðis var tað við valrættaraldrinum á sinni. Fyri valið í 1984 samtykti løgtigið at broyta valrættaraldurin frá 20 til 18 ár, men broytingin kundi ikki fáa gildi fyrr enn næsta løgting eisini hevði samtykt tað, og soleiðis kom broytingin ikki í gildi fyrr enn til løgtingsvalið í 1988.
Latið nú skilafólk greiða hetta málið við valdømum og tali av tingfólkum. Fyri at eitt parlament skal kunna fungera við øllum sínum funktiónum, og fyri at eitt rímuligt býti skal vera millum øki og kyn í landinum, so krevst eitt ávíst tal. Latið tí tingskipanina fáa frið, so hon fær ein møguleika at virka.
Men vilja tingfólk sýna stórsinni, so er at kvinka lønina hjá sær eitt sindur niður - og pensjónina við. Og at broyta ferðaendurgjaldið hjá tingfólkum til tað sama, sum onnur fáa.
Tá vísa tingfólk, at tey meina tað í álvara.









