Annars avskaffar Labour stjórnin í Bretlandi ferðaavgjaldið á einstaka ferðafólkið, hækkar markið fyri skattafrían arv upp í góðar seks milliónir krónur og lækkar partafelagsskattin 2%. Harafturímóti verða meira grøn avgjøld løgd á ymiskt virksemi. Tað, sum er vert at bíta merki í viðvíkajndi grønum avgjøldum, skuldi onkur føroyskur politikari kvett eftir hesum reglum, er, at peningur, sum kemur inn í slíkum avgjøldum, verður oyramerktur til umhvørvisátøk.
Nú er ikki alt, sum bretska stjórnin ger, relevant fyri Føroyar, men tað er altíð læruríkt at skeita eitt sindur suðureftir, tá ein fíggjarlóg er á skránni.
Tað kundi verið eitt hugskot til Fíggjarmálaráðið at gingið á odda í rakstrarrationalisering hjá sær sjálvum. Tað vildi eisini verið ein máti at tálmað búskapinum, um man m.a. effektiviseraði MVG skipanina ella skattaumsiting.
Viðvíkjandi raðfesting kunnu føroyingar læra nógv av bretum. Í Føroyum tykist mangan sum um, at øll øki fáa eitt lítið sindur minni, enn biðið var um, við tí úrsliti, at einki er heilt optimalt. Skal sparast, so er tað mangan eftir tí víðagitna “pleniklippara” háttinum, har alt skal spara um ein kamb. Soleiðis sleppa føroyskir politikarar sær undan at raðfesta.
Raðfestingin í føroyskum politikki er ov vánalig, og fíggjarlógin ber brá av, at politikarar í flestu førum ikki hava rygg til at siga nei til summi ting. Hví fáa nýuppfunnin almanna- og heilsuátøk pengar, tá sjálvur grundarsteinurin, sjúkrahúsverkið manglar pengar? Hví fær føroyski fólkaskúlin ov lítið, meðan okkurt annað, so sum eftirskúlin bara fær eitt eiti, tí man politiskt ikki hevur rygg at siga nei.
Tað, sum er neyðugt, so sum vælvirkandi sjúkrahúsverk og skúlaverk, má koma framum tað, sum bara er gott at hava. Tað sæst ikki í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 – tíverri.
Sosialurin