Kortini hoyra vit javnan tingfólk gremja seg um, at tað er so trupult at fáa farloyvi úr tinginum, um tú skalt eitt hvørt ørindi og ikki fært møtt á tingfundi. Tað er sjálvandi ein stór ábyrgd, ið vit sum veljarar geva teimum fólkum, sum vit velja á ting, og tí krevja vit sjálvandi eisini av teimum, at tey møta á teimum umleið 100 tingfundum, sum eru um árið.
Men tað eru tað summi, sum ikki gera. Og tað kann sjálvandi hava sína orsøk. Tað var sjón fyri søgn í gjár, tá Portalurin kunngjørdi, at bara 31 av teimum 33 tingfólkunum atkvøddu í stóra málinum um skerjingina í fiskidøgum. Katrin Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum var ikki á tingfundi, tí hon var í ørindum fyri Løgtingið í Norðurlandaráðnum. Men hon hevði avtalað við Bjarna Djurholm, at hann skuldi ikki atkvøða, og soleiðis varð hennara atkvøða »clearað«, sum tey kalla tað.
Altso tingfólk, sum ikki fáa møtt, avtala bara við eitt annað tingfólk, sum er í hinum partinum, at tað tingfólkið ikki atkvøður. So er líka vítt sum sítt, tí 16-15 er líka gott um 17-16...
Men í Løgtinginum er eingin skipað »clearing«. Løgtingsformaðurin veit í øllum førum ikki um tað.
Men so er tað viðhvørt, at tað hendir, at neyðugt er at fáa varafólk inn. Tað verður tað helst í dag, tí avtalan millum Bjarna Djurholm og Katrina Dahl Jakobsen er ikki galdandi til triðju viðgerð í dag.
So er tað, at boð skulu sendast eftir varafólkum, sum í hesum førum verða boðsend sum atkvøðuneyt. Tað einasta, tey skulu gera, er at atkvøða so, sum flokkurin vil. Tað er sjálvandi ikki serliga hugaligt at verða so lítið virt sum varafólk. Tú sleppur ikki at verða við í viðgerðini, tú skalt bara vera har, tí onkur má trýsta á knøttin. Og orsøkin er, at tað tingfólkið, sum eigur tingsessin, treyðugt vil biða sær farloyvi, tí so missir viðkomandi inntøku.
Tað er bara løgtingið, sum kann greiða hesi viðurskifti soleiðis, at eitt tingfólk, sum í hesum føri er uttanlands í ørindum fyri løgtingið - sjálvandi fær løn, tá eitt varafólk verður innkallað. Vit hava eisini valt varafólkini, og sjálvandi skulu tey verða við í viðgerðini. Tað er óvirðiligt, at tað er pengatrongd hjá tingfólkum skal gera av, nær brúk er fyri varafólkum á tingi!









