Í kjalarvørrinum á hesum útviklingi hevur so stríð tikið seg upp millum føroyskar og íslendskan fiskifrøðing, sum sigur roknihættirnar brúktar eru undir tilmælinum frá fiskifrøðingunum verða skeivar. Tað er ikki serliga tryggjandi fyri nakran, at tílík ósemja tekur seg upp um nakað so týdningarmikið sum tilverugrundarlag okkara, fiskastovnarnar. Hvørjum skulu vit trúgva!
Tað er heldur ikki serliga tryggjandi, um fiskimálaráðharrin, sum er settur til at tryggja ein forsvarligan fiskiskap, sum so skal tryggja okkum inntøkur mongu komandi árini eisini, nærum tikist at vera í parti við vinnuni og teimum, sum helst vilja hava, at fiskastovnarnar verða troyttir optimalt. Man kundi spurt, hvat hann skal við einum tilmæli frá okkara fiskifrøðingum, tá hann frammanundan sýnist hava tikið partí við teimum, sum als ikki vilja hoyra talan um skerjingar.
Sjálvandi skulu okkara fiskifør hava góðar umstøður at virka undir og hava loyvi at fiska, tá nógvur fiskur er til. Men tað er eisini nakað skilagott í tí at leggja upp fyri til verri tíðir. Hetta hoyra vit fíggjarmálaráðharran taka til javnan, men skal logikkur vera í hesum, so átti eisini fiskimálaráðharrin at kunnað sagt tað sama, nevniliga at tað er skilagott at taka toppin av veiðutrýstinum, tá tíðirnar eru so góðar og harvið tryggja góðar ársgangir seinni, tá náttúran kanska ikki er so blíð við okkum.
Tað vil altíð vera ósemja millum vinnuna og fiskifrøðingarnar. Tí er tað so umráðandi at hava ein fiskimálaráðharra, sum stendur fríur og tekur avgerð uttan frammanundan at hava sínar favorittar ella fíggindar. Tíanverri hava vit sæð, at tað nettupp í flokkinum hjá fiskimálaráðharranum í langar tíðir hevur verið ein tendensur til at útpeika fiskifrøðingarnar til samfelagsfíggindar nr. 1. Hetta er bæði óheppið og vandamikið. Tað var tí eisini hugaligt at hoyra nýggja formannin í Vinnunevndini, Hendrik Old úttala seg í miðlunum nú um dagarnar, har hann nevndi týdningin av nettupp at vísa varsemi í góðu tíðunum. Tað skal vera áheitan okkara á fiskimálaráðharran at virða og lurta eftir okkara egnu fiskifrøðingum og taka teirra tilmæli í størrri álvara enn hann hevur gjørt higartil.
Sosialurin










