Oddagrein: Tillukku

Fótbóltslandsliðið er okkara tjóðítróttarlið, sum fær okkum at vera errin av at vera føroyingar og fær okkum at gloyma gerandisdagin eina løtu, nakað, sum vit øll hava brúk fyri

 



Oftani verða vit føroyingar ikki minst av okkum sjálvum skýrdir sum eitt fólk, sum stendur spjatt og sum ikki kann semjast ella standa saman um nakað sum helst. Møguliga er hetta nakað, sum eyðkennir eitt oyggjafólk, ið liggur fjarskotið frá meginlandinum. Men neyvan stendur so nógv verri til her enn aðrastaðni. Munurin er bert tann, at vit eru so fá, og tí merkist sínamillum ósemja og stríð so væl. Tað gerst so sjónligt.


Eitt er tó, sum allir føroyingar standa saman og fylkjast um. Tað er tá okkara ítróttafólk royna seg millum stórlandalið av ymsum slag. Og hetta kemur einamest til sjóndar, tá sjálvt tjóðítróttarlið okkara, um ein kann loyva sær at siga so, fótbóltslandsliðið, dystast í altjóða kappingum.


Tað hevur verið sagt av so mongum, ikki minst av útlendingum, at føroyska fótbóltslandsliðið er besti ambassadørur Føroya og føroyinga. Fá eru tey í útheimi, sum hava hoyrt um ella vita nakað um Føroyar. Men nevnir tú fótbóltslandsliðið, so rakna tey við og brosa. Jú nú vita tey bráddliga, hvar Føroyar eru. Tað er tann evarska lítla tjóðin, sum hevur bjóðað alheims risaveldum av í fótbólti og sum hevur kunnað víst á góð úrslit. Aftur og aftur hoyra vit um sigurin á sinni móti Eysturríki. Tað var so tað. Vit mugu koma víðari, og tað koma vit eisini. Úrslitini hjá fótbóltslandsliðnum móti Luksemburg og Ruslandi prógva, at vit hava fingið eitt landslið, ið kann liva upp til at spæla við í so stórum altjóða kappingum sum bæði HM og EM.


Hóast nógv skerdir, nú fleiri av okkara frægu leikarum vórðu sjúkir ella skæddir, megnaði restin av hópinum at vinna á Luksemburg og bert tapa við einum máli móti Ruslandi. Tillukku við hesum frálíku úrslitum. Tað er einki minni enn eitt bragd bert at tapa við einum máli móti Ruslandi á teirra heimavølli og við einum nógv skerdum liði. Hetta boðar frá góðum í komandi kappingum.


Vit kunnu bara geva landsliðnum og ikki minst teimum, sum stíla fyri, okkara besta skoðsmál og stuðul. Tit eru tann mest savnandi eindin í føroyska samfelagnum. Tit fáa okkum at gloyma gerandisdagin eina løtu, nakað vit øll hava brúk fyri viðhvørt. Tit fáa okkum at kenna okkum errin av at vera føroyingar. Nakað, sum vit øll eisini hava brúk fyri við hvørt.


Sosialurin