Cowboypolitikkurin hjá sitandi samgongu í Uttanríkisráðnum hevur sum øllum kunnugt ført til, at ferðavinnan bara er ein viðfáningur av sær sjálvari – og er forfjónað til eitt kustaskap í Fiskimálaráðnum, skil tað, hvør skilja vil.
At Fólkaflokkurin skíggjar alt, sum er alment, tað vita vit. Og rætt er tað, at slíkir stovnar hava tann eginleika at vaksa upp um seg sjálvan í egnum kongaríki. Men tað er júst tað, vit hava politikarar til. Teir skulu skera ígjøgnum, stinga út í kortið og leggja kósina. Fyri tað um fólkafloksmonnunum ikki dámdi Ferðaráðið og fólkið, ið har var, so var kortini ikki neyðugt at tæga stovnum sundur, so vit einki hava.
Eyðsæð er, at ferðavinnan er ein vinna, sum vit kunnu dúva uppá. Tað er ein vinna, sum kann breyðføða nógvar føroyingar, bæði á bygd og bý. Tað er ikki tað almenna, sum skal skipa fyri hesum. Tað skulu privatir operatørar sjálvandi gera. Men politkarar skulu leggja karmarnar. Politikararnir skulu syrgja fyri, at motorvegurin til Føroyar er opin, at tað ikki er ov dýrt at koma hendavegin, og politikararnir skulu eisini verða vil tið at branda Føroyar uttanlands. Og branda Føroyar sum eitt veruligt ferðamál. Og tað er júst tað, sum eitt Ferðaráð, sum tað almenna saman við privatu ferðavinnuni, átti at rikið.
Sum nú er gera myndugleikarnir beint tað øvugta. Tað verður gjørt dýrari og truplari at ferðast til Føroyar, tað syndrið, sum var eftir av Ferðaráðnum, er tveitt undir ein landsstýrismann, sum fullkomiliga hevur skrætt tað sundur og tveitt fólkini til hús, sum skuldu røkja høvuðsmarknaðin og samskifta við útlendskar túroperatørar.
Løgmaður átti at tikið málið frá fiskimálaráðharranum og tikið sær tað sjálvur, um eingin annar í landsstýrinum er førur fyri at skapa hesi vinnuni virðiligar karmar. Um hann megnar at skapa karmarnar, so er alt at vinna og einki at tapa. Men við sera vánaligu politisku handfaringini hjá landstýrinum hjá Kaj Leo Johannesen í ferðavinnumálum, gongur bara skeiva vegin.