Hvussu er so vorið hjá okkum? Hvussu eru vit brynjað í hesar altjóða kappingarstøðu? Hvussu hava føroyskir myndugleikar handfarið alt hetta økið. Taka vit tey yvirskipaðu viðuskiftini, so tykist væl standa til, og vælvildin tykist markleys. Løgmaður og landsstýrið hava kunngjørt Visjon 2025. Her verður sligið fast, at ”Týdningarmesta tilfeingi er eitt vælútbúgvið fólk”. Hetta kann bert merkja, at um átta ár er tað ikki vøruframleiðsla men vitanarfamleiðsla, sum skal verða berandi í føroyskum búskapi og sum skal tryggja vælferð og menning. Um gransking og nýskapan verður sagt, at Føroyar skulu verða millum fremstu lond og ítøkiliga er ætlanin at samskipa hægri útbúgvingarnar í ein lærdóms- og grankinagrmiðdepil. Hetta er alt samalt sera gott og eingin kann vera ósamdur!
Hvussu er støðan hjá okkara mætasta lærdómssetri og teimum ungu, ið hava valt at taka eian hægri útbúgving í Føroyum. Støðan er alt annað enn góð. Landsins myndugleikar tey seinastu mongu árini hava ikki raðfest lestarumstøðurnar hjá okkara heimligu studentum. Henda ábreiðsla er galdandi fyri øll landsstýri og allar flokkar. Skulu tey lesandi fáa sum mest burturúr, krevur hetta eitt minstamál av einum lestrarumhvørvi. Eftir hvat, ið frættist eru munandi batar í hølisviðurskiftunum á veg, og ávísar deildir fáa nógv meira rúm og góð nútímans høli. Tað er bert at fegnast um, og mentamálaráðharrin eigur rós uppiborið fyri hetta stig, sum merkir fyrsta veruliga bata av hølisumstøðunum í nógv ár.
Men eitt samlað lestraumhvørvi verður neyvan skipað í bræði. Innihaldsliga og skipanarliga tykjast myndugleikarnir at vera avkláraðir við ætlanum um samanleggingar og bygnaðarbroytingar. Hetta er gott og neyðugt. Men høliskarmarnir mugu vera í lagi.Góð høli á einum og sama stað eru ein fortreyt fyri góðum úrsliti. Tíðin er nú komin, at myndugleikarnir mugu koma við eini ætlan um loysn á húsaspurningin hjá okkara universiteti. Latið okkum fáa ein universitetscampus! Latið orð og gerðir samsvara!Hetta mál kann ikki bíða longur, um Føroyar skulu varðveita og menna eitt fruktbart universitetsumhvørvi, ið kann geva sítt íkast til samfelagið bæði so og so. Hetta kann ikki bíða, um vit skulu verða millum fremstu tjóðir í 2015.
Sosialurin