ODDAGREIN: Tá meirilutin ræður...

Tað kann verða eitt sindur strævið, tá tað er meirilutin, sum ræður. So­leið­is kundu vit útlagt støðuna, nú vit hava eitt minn­i­lut­a­lands­stýri, sum finn­ur sær yms­ar meir­i­lut­ar til tess at sigla millum skerini.

Tað gav at bíta hjá fleiri, tá løg­ting­ið í síðstu viku sam­tykti bæði at loyva brygg­ing og sølu av sterk­um øli og brygg­ing av brenn­i­víni í Før­oy­um. Sjálv­andi eru fólk ikki samd um hetta, men ein stór­ur meir­i­luti í løg­ting­i­num vil hava tað soleiðis, og kanska tann meir­i­lut­in eis­ini um­boð­ar mei­r­i­lut­an í fólk­i­num. Tað fáa vit so at síggja inn­an fá­ar mán­að­ir.
Men tað sum kortini var á­huga­vert var, at fleiri av teim­um, sum vóru ímóti, vildu leggja trýst á –?og mæltu bein­leið­is um­boð­um úr Javn­að­ar- og Sam­bands­flokk­i­num um at trýsta sín­ar egnu at atkvøða ímóti.

Eitt av teimum 32 málinum, sum standa á skránni til løg­tings­fund­in í dag er »Upp­skot til sam­tykt­ar um at skipa Før­oy­ar fræls­ar«, sum Tjóð­veldi hev­ur lagt fyri tingið - og sum flokk­ur­in nú vil hava ting­ið at taka upp­aft­ur til 2. viðgerð. Hetta mál­ið, sum er eitt upp­skot til sam­tykt­ar, snýr seg um at gera eina ætl­an um, hvussu Før­oya kunnu loysa frá Dan­mark.

Hetta evnið varð viðgjørt í Degi og Viku í gjár­kvøld­ið, og har vísti Ed­mund Jo­en­sen á vand­an­, sum er, tá lands­stýr­ið hev­ur so lít­ið tam­ar­hald á parl­a­ment­ar­iska grund­ar­lag­num í løg­tinginum.

Og rætt hevur hann, tí tað líkist nógv ein­um sjálv­tøk­u­borði, so­leið­is, sum løg­ting­ið ar­beið­ir nú. Men tað skal ikki last­ast Tjóð­veld­i­num, tí flokk­urin ger bara tað, sum er skil­a­best. Hann hevur gjørt eina makr­el­sam­gongu við Javn­að­ar- og Sam­bands­f­lokk­in, og við at lata løg­mann og landsstýri sita, so kann flokk­ur­in fáa fleiri mál á skrá, sum kanska kunnu koma í­gøgn­um ting­ið. Mál­ið um øl­ið og brenn­ivínið var eitt, sum kom í gjøgnum á henda hátt, hóast tað ikki var eitt tjóð­veld­is­mál, og tað sum flokk­ur­in helst vón­ar við upp­skot­i­num um at skipa Før­oy­ar fræls­ar, er at fáa stuð­ul frá Fólk­a­flokk­i­ – og helst frá Mið­flokki, Sjálv­stýri og Fram­sókn við - og so hava vit brád­liga aft­ur Full­veld­is­sam­gong­una við 20 ting­fólk­um móti teim­um 13 hjá samgonguni.

Og er hetta meir­ilutin, so vita vit, hvat løg­tingið vil. Tal­an er »bara« um eitt upp­skot til sam­tykt­ar, so tað fær ong­ar – fyri sambands­fólk – ó­be­hag­i­lig­ar av­leið­ing­ar. Men løg­mað­ur kann nær sum helst hála stikk­ið úr og út­skriva val.

Skipað parla­mentarisma kann tykj­ast í so skip­að við­hvørt, tá einki ber til. Støð­an í Før­oy­um í dag er tann øvuta. Og tað er áhugavert at síggja, hvussu leikur fer...