Men nú er vent í holuni. Meðan vakrar ætlanir vóru um privatiseringar, so tykist núverandi vinnumálaráðharri als ongar ætlanir hava – uttan at tileinkisgera ta íløgu, sum privatu eigararnir hava gjørt. Við hesum hevur landskassin fingið eitt rentufrítt lán frá partaeigarunum í Atlantsflogi. Lán frá fólki, sum hava sett pengar í felagið við lyftu um, at meirilutin fór at verða privatiseraður.
Her eru útlendskir íleggjarar, sum veruliga hava brent seg fíggjarliga. Ikki tí at felagið ikki hevur klárað seg, men tí at vinnumálaráðharrin hevur lumpað teir. Hetta er jú tað reina bóndafangarí. Ein útlendingur hevur keypt fyri 15 milliónir krónur í partapeningi í Atlantsflog, og fær als onga ávirkan, og hann hevur als eingi útlit fyri at fáa ávirkan ella at kunna keypa størri part í felagnum – ella fyri tað at selja síni partabrøv, tí vinnupolitikkurin hjá landsstýrinum hevur gjørt tey virðisleys.
Hetta er ein álvarsom støða. Úrslitið av vinnupolitikkinum hjá landsstýrinum er, at privatu partaeigararnir yvirhøvur als onga ávirkan hava. Teir høvdu møguleika at velja ein nevndarlim, men tann rættin hevur landsstýrismaðurin eisini tikið frá teimum.
Føroysku stórpartaeigarar í Atlantsflog eru fyri tað mesta instutitionellir stovnar, so sum TF Holding, Lív (hjá landsstýrinum), bankarnir, (partvís hjá landsstýrinum) – og so privata Enniberg, sum tó hevur fingið ein nevndarlim í felagið.
Og so tosa hesi »klóku høvdini« um at gera Føroyar til eitt íløguland, har útlendingar skulu koma við pengum. Tað er tað vallar nakar, sum torir við tí vinnupolitikki, sum landsstýrið rekur – enntá eitt sokallað borgarligt landsstýri.
Eingin útlendingur fer nakrantíð at seta pengar í nakað – ella at stóla upp á nakað, sum eitt slíkt landsstýri ger. Hetta er bara enn eitt dømi um eina fullkomiliga miseydnaða ætlan. Eina ætlan, sum er miseydnað av vánaligum politiskum handverki og vánaligari politiskari ábyrgdarkenslu frá øllum landsstýrinum og løgtinginum við.
Ráðini mugu vera, at landið rindar øllum privatu partaeigarunum í Atlantsflog pengarnar aftur, yvirtekur partabrøvini – og so tað týdningarmesta av øllum, at eingin politikari mukkar eitt orð um privatisering, tí tað er landaskomm so tað forslær.