Málið um Suðuroyartunnilin er bara enn eitt dømi um, hvussu mál kunnu bronglast, tá politikkur kemur uppí.
Nú skulu vit ikki gera okkum klók upp á bestu linjuføringar og best hóskandi longdir av tunlum. Men tað gevur høvi til umhugsan, tá Landsverk talar so harðliga at politisku ætlanini um at gera tunnlin stytstu leið millum Suðuroy og Sandoy – uttan at vísa fyrilit fyri, hvussu vegakervið annars í Sandoynni skal skipast.
Lansverk hevur ført fram, at best er at tunnilsmunnin verður nærindis tunnilsmunnanum frá Sandoyartunlinum, soleiðis at infrakervið í Sandoy verður strongt meira enn hægst neyðugt, og soleiðis, at sleppast kann undan øllum teimum avleiddu verkætlanunum, sum standast av tí vegakervi, sum tá skal gerast í Sandoynni.
Landsverk grundgevur eisini fyri, at tað er av trygdarávum, at tunnilin kemur upp í Skúgvoy, so talan verður um tveir styttri tunlar heldur enn um ein langan. Landsverk vísir eisini á fyrimunirnar við, at Skúgvoy soleiðis verður knýtt upp í vegakervið í Føroyum.
Nú er sjálvandi einki avgjørt enn. Men arbeiðslagið hjá Løgtinginum í slíkum málum er einki at reypa av. Ofta velur Løgtingið tilvitað at bóndafangað seg sjálvt við annaðhvørt at játta ov lítið av pengum til eina verkætlan, ella við at broyta raðfestingarnar. Dømi um tað er Viðareiðistunnilin. Hann var tilvitað gjørdur áðrenn tunlarnir norður um Fjall – tí tingfólk vóru sannførd um, at tunnilin norð um Fjall fór at koma, hóast Viðareiðistunniiln varð gjørdur fyrst. Var tað ikki gjørt, so kom Viðareiðistunnilin helst í køina hjá tunnilstoyminum hjá Henriki Old.
Glasir er annað dømi, har Løgtingið tilvitað játtar ov lítið av pengum til eina ov stóra verkætlan – vitandi um, at Løgtingið fer at koma við meirjáttan, tí at Løgtingið hevur bóndafangað seg sjálvt í eini óndari ringrás.
Tað kann ikki passa, at almennar verkætlanir skulu enda í kaos, meðan tingfólk kunnu spegla sær í teimum privatu verkætlanum, har tey duga og vilja vísa fyrilit.

Oddagrein: Tá Løgtingið bóndafangar seg sjálvt

