Men tann størsti taparin av øllum er Tjóðveldi, sum var tann flokkurin, sum misti fólkatingssessin, sum flokkurin hevur havt í 10 ár. Hetta er seinna skeiðið, flokkurin hevur havt umboð á Fólkatingi, ta fyrra var valskeiðini 1973-75 og 1975-1977, tá Erlendur Patursson umboðaði flokkin.
Høgni Hoydal segði í Degi og Viku mánakvøldið, at flokkurin hevur mist upp á samstarvið, sum flokkurin hevur havt við minnilutasamgonguna. Tað er møguligt, at ein orsøk til tapið kann tilskrivast hesum samstarvi. Men helst er tann frágreiðingin ov einføld.
Flokkurin hevur ein trupulleika. Hann stendur einsamallur við fullveldisætlanini, sum eingin annar trýr upp á longur. Í áttati og kanska serliga í nítiárunum var Tjóðveldisflokkurin í somu støðu. Hann helt fast við gomlu stevnuna um loysing. Men í praksis helt hetta ikki – og tað tyktiskt, sum fólk í flokkinum ikki sjálvi trúðu upp á loysingina. Til Høgni Hoydal kom sum floksins frelsari í 1998 og tosaði um »skipaða loysing«, sum nú var loysunarorðið. Hetta broyttist eftir valið til »fullveldi«, sum síðani varð grundarlagið undir samstarvinum millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin.
Eingin av hesum flokkum tekur longur orðið upp á tungu. Fullveldisætlanin tykist líða somu lagnu, sum »loysingin«. Ætlanin verður tosað burtur í einki.
Hetta er ein trupulleiki hjá Tjóðveldinum, og ikki minst hjá Høgna Hoydal. Á onkran hátt má saðlast um, tí flokkurin missir takið á veljarunum, samstundis sum veljararnir missa álitið á flokkinum.
Fólkaflokkurin hevur ein øðrvísi trupulleika, tí Annika Olsen tekur óiva við, tá Jørgen Niclasen sleppur. Í Gamla Sjálvstýrinum er onkur, sum kann savna leivdirnar eftir Kára á Rógvi. Stóri spurningurin er, hvussu verður í Tjóðveldinum – ella um nakar er, sum kann taka við eftir Høgna Hoydal – ella um Høgni Hoydal fer víðari í oyðimarkargongdini.
Høgni Hoydal vísti í Degi og Viku mánakvøldið á, hvussu neyðugt tað er, at mál »ikki verða skrumblað niður yvir høvdið á fólki«. Soleiðis er eisini við stjórnarmálinum, har Tjóðveldi hevur gyrt seg í brøkur.
Breiða semjan kann ikki byggja á fullveldi, sum bara 19 prosent taka undir við. Tí mugu Tjóðveldi og Høgni Hoydal flyta seg – skulu tey framhaldandi verða tikin fyri fult.