Oddagrein· Tá ein skal, skulu øll

Tað er hugstoytt, sum søgan hevur hug at endurtaka seg. Um hugt verður at vinnudispositiónum í Føroyum seinastu árini, so sæst, at um okkurt gongur væl, so loypir alt á og ger íløgur í tað sama. Vit hava sæð hvussu almennir grunnar og privat feløg gjørdu stór íløgur í alivinnu og rækjvinnu, tá alt toppaði, og trøini sóu út til at veksa í himmalin. Vit sóu, hvussu feløg akkurát sum øll onnur gjørdu íløgur í partabrøv beint áðrenn KT bløðran brast um áratúsundskiftið. Vit sóu eisini, hvussu eingin tordi nakað sum helst ella fekk ikki fígging, tí dirvi og ikki minst hugflog sveik í kreppuárunum.

Í dag síggja vit, at trøini veksa ikki inn í himmalin. Milliónir eru avbrendar í almennum og privatum íløgum, ið vóru framdar í takt við konjukturbroytingarnar, t.v.s stórar íløgur í tað sama sum øll hini, tá konjuktururin toppaði. Tað, ið er meira álvarsamt er, at tá so tað gongur niðureftir, so tykist hugflogið avmarka seg til at konsolidera og sláa fyritøkur saman og fasthalda ein verandi rakstrarbygnað uttan broytingar, heldur enn at diversifisera og keypa meðan alt er bíligt, sum ráðiligt er.

Spuringurin er, um ikki flokkmentaliteturin enn einaferð er medvirkandi til at koyra samfelagið í eina kreppu. Nógvar ymsar meiningar eru um áttatiárini, men ein felagsnevnari millum tá og nú er, at nógvar fyritøkur vóru settar á stovn innan somu vinnugreinir. Fór ein at gera okkurt, so fylgdu onnur aftaná. Hetta hevur eisini verið støðan seinastu árini. Okkurt frambrot er gjørt, men tað vísir eg, at vanahugsan sum oftast vinnur á nýhugsan. Váðafúsur kapitalur, sum tosað verður so nógv um, er hjá føroyskum virkjum og grunnum nærum altíð nakað, ið onnur mugu hava.

Kemur okkurt hugskot ella onkur ætlan á borðið, so reagerar politiska umhvørvið oftast við at hatta eigur man ikki at gera. Tá so alternativið verður framt, so standa somu politikarar og siga tað sama um alternativið. Er tað veruliga so syrgiligt, at vit hava eitt politiskt umhvørvi, ið altíð veit, hvat ikki má gerast, men ongantíð hevur eina miðvísa ætlan, so at vit bert enda við tí síðstu avleiðingini av einari langari røð av forkastaðum alternativum?

At veita rakstrarstuðul er ikki snilt, men harfyri er ikki sagt at allur stuðul er av tí ringa. Landið hevur stovnað nógvar fyritøkur, ið føroyingar í dag ikki høvdu viljað verið fyriuttan sosum Atlantsflog og ferðamannasiglingin, sum Norrøna í dag rekur. Tó vísir tað seg eisini, at almennir grunnar ikki altíð kenna sína vitjunartíð og duga illa at sleppa, tá sleppast skal.

Hvussu ber tað til, at vit hava fingið ein hugburð, har man heldur at almennir grunnar skulu friðhalgast frá at lurta eftir politiskum signalum og samfelagnum rundanum? Hvussu ber tað til, at vit hava fingið eitt politiskt umhvørvi, har dirvi til at stovna eitt Atlantsflog ella eina uttanlandasigling ikki er til staðar, sjálvt um tað skuldi verið neyðugt? Hvar høvdu vit verið í dag, um politiska umhvørvið fyri 30 árum síðani var sum í dag? Hetta eru ymsar meiningar um, men vónandi kann hetta fáa onkran at hugsa seg um.

Sosialurin