Ráðstevnan hevur vakt ans úti í heimi. Orsøkin er ikki bert tann, at gitni fyrrverandi varaforsetin og umhvørvisstríðsmaðurin, Al Gore, er høvuðsrøðari, men eisini tí, at innihald og evni eru viðkomandi fyri allan heimin. Sum kunnugt liggja Føroyar landafrøðiliga í einum øki, ið hevur ómetaliga stóran týdning fyri veðurlagið í heiminum sum heild og sum er sera viðkomandi fyri sjálvt havumhvørvið í Norðurhøvum eins væl og í øllum Atlantshavi. Afturat hesum kemur so, at lív og lagna okkara enn sum áður eru knýtt at havinum, og at vit eins og allar aðrar tjóðir í Norðurhøvum hava hin størsta áhuga í at varðveita høvini rein og óspilt og harvið at verja havumhvørvið nú og fyri alla framtíð. Ráðstevnan er mannað við nøkrum av mætastu nøvnum innan hav- og veðurlagsgransking og evnini eru øll sera viðkomandi, og væntandi fara einstaklingar og fyritøkur í stórum tali at møta fyri at hoyra hesar úrmælingar gera sína metingar og hvør í sínum lagi koma við tilráðingum á hesum týdingarmikla øki.
Sera áhugavert er uppskot á ráðstevnuni um at stovna ein altjóða veðurlags- og havgranskingarstovn í Føroyum. Hetta uppskot er eins upplagt, sum tað er skilagott. Staðsetingin kundi ikki hóska betur, vit hava longu frammanundan eitt lið av framúrskarandi granskarum innan økið. Stovnurin, ið væntandi fær heitið TACIT, er helst fyrst ætlaður sum eitt slag av netverkssamstarvi millum lærdar háskúlar kring Norðurhøv við heimstaði í Føroyum. Stovnurin skal eisini fevna um samstarv millum privatar og almennar nýmeninngarvinnufyritøkur, ið arbeiða við at menna havtøkni og alt, ið hevur við sjógvin at gera. Stovnurin skal hava Ph.D lesandi og Post.Doc starvsfólk og kann hetta í sjálvum sær fáa ómetaliga stóran týdning fyri føroyska gransking, føroyskt vinnulív og fyri Føroyar sum heild. TACIT kann sostatt fara at hava sera stóran týdning ikki bert fyri føroyska gransking og nýmenning men eisini fyri umdømi Føroya í heiminum.
Sosialurin fer teir komandi dagarnar at taka upp til umrøðu nøkur av teimum áhugaverdu evnum og spurningum, ið antin eru á dagsskrá fyri ráðstevnuna ella sum upplagt er at reisa í sambandi við hesa áhugaverdu ráðstevnu. Lesarar eru vælkomnir at senda hugskot og tilfar, meiningar og viðmerkingar við heitinum “TACC” til post@sosialurin.fo
Sosialurin