Oddagrein·Týdningarmikil álit um vinnu og mentan

Dag um dag koma tvey týðandi álit, sum snúgva seg um ávikavist, hvønn mentanarpolitikk og hvønn vinnupolitikk vit eiga at reka. Í seinna førinum er ?bara? talan um ein part av vinnupolitikkinum, tann, sum snýr seg um komandi oljuvinnuna.

Í skrivandi løtu hava vit ikki sæð innihaldið í hvørgum av frágreiðingunum, men tað ljóðar, at tað í mentanarálitinum verður lagt upp til størri samstarv millum nettup hesar báðar so týðandi tættir í føroyska samfelagnum, mentanina og vinnuna.

Umrøddu álit eru ætlað sum grundarlag undir orðaskiftum á tingi og sum íkast til almenna kjakið eisini. Lat tað verða sagt her, at blaðið vil leggja ta rúmd, sum er neyðug fyri at lýsa umrøddu álit og at fylgja teimum upp. Tí er tað vón okkara, at lesarar og fólk flest fara at brúka blaðið og gera viðmerkingar til umrøddu álit. Harvið fáa politikararnir eisini ein varhuga av, hvat bylgist í fólki flest, tá tað um mentan og vinnu umrøður.

At hesar frágreiðingar koma samstundis er helst av tilvild, men kanska er tað nettupp lagnunar speisemi, at tær koma nærum í senn, tí tær hava í veruleikanum nakað við hvørja aðra at gera. Og hesum verður sum skilst eisini lagt upp til í mentanarálitinum, har tað verður víst á tann týdning, ið mentan og vinna hava fyri hvørt annað.

Vit hava so eisini eina aktuella støðu beint nú, tá tað snýr seg um nettupp sambandið og samskiftið millum vinnu og mentan. Her hugsa vit um tær mongu milliónirnar, sum oljufeløg hava játtað at lata til førleikamenning. Ávíst kjak hevur tikið seg upp um, hvat hesir pengar eiga at latast til. Higartil hevur so verið valt at lata oljufeløgini sjálvt gera av, hvussu pengarnir koma førleikamenningini best til gangs, og hevur Oljumálastýrið skula góðtikið hetta. Tað er eingin loyna, at Mentamálastýrið kundi hugsað sær at havt ein fingur við í spælinum fyri at tryggja, at pengar frá oljufeløgum til førleikamenning eisini fóru til mentanarførleikamenning. Ella at pengarnir fóru í ein grunn, sum síðani hevði til uppgávu at fordeila pengar til førleikamenning innan bæði vinnu og mentan.

Kanska vit fáa sett hol á hetta kjakið nú í sambandi við umrøddu álit. Um so er at landið ikki er ført fyri at finna neyðugu játtaninar til mentanina, so er rætt at brúka part av pengunum frá oljufeløgunum til hetta økið eisini. Harvið er ikki sagt, at tað ikki skal fara til at førleikamenna okkara vinnulív, so tað er gierað til eina komandi oljuvinnu. Sum er verður nógv eisini latið til útbúgvingar- og granskingaruppgávur, og tað má so eisini sigast at vera partur av mentanina.

Vónandi kunnu umrøddu álit seta gongd á eitt tiltrongt og náttúrligt orðaskifti um, hvussu vit ikki bert menna eina oljuvinnu og stuðla mentanini men hvussu við eisini byggja brýr og menna samstarvið millum hesi bæði so týðandi økini.

Sosialurin