Støðan í løtuni er tann, at republikanararnir hava meirilutan í Kongressini, og hetta hava forsetin og hansara fólk sjálvsagt gjørt sær dælt av. Tað hevur verið lættari hjá Bush at fáa undirtøku í Kongressini fyri sínum politikki, tó at tað ikki er altíð, at limirnir í Kongressini reka flokspolitikk. Men Bush hevur so megnað at gjøgnumføra sín politikk við hesum meiriluta, m.a. við at seta høgravendar dómarar í Hægstarætt og aðrar dómstólar kring landið. Tað hevði ikki borið til uttan henda republikanska meiriluta í Kongressini.
Nú bendir nógv á, at tað verða demokratarnir, sum fara at fáa meirilutan í Kongressini, og tað hóvar sjálvandi øllum teimum, sum halda, at Bush er farin alt ov langt til høgru og í alt ov stóran mun hevur bygd sín politikk á áhugamálini hjá kristna baklandinum, ið av mongum verður skýrt fundamentalistiskt.
Hóast tað fyrst og fremst er óhepna hondin í Irak, ið fær veljararnar at flyta seg, so halda mangir liberalir republikanar, at Bush er farin ov langt til høgru. Valið fer so eisini at geva okkum eina ábending um komandi forsetaval, sum demokratarnir fara at gera alt fyri at vinna. Hugsandi er eisini, at republikanarnir fara at skifta heykarnar í leiðsluni út við meira hóvligar republikanar. Hetta var fyri so vítt eisini tað, sum Bush varð valdur uppá, men tað skuldi vísa seg, at hann tvørturímóti snaraði flokkinum so nógv til høgru, at tað nú av álvara kann koma republikanarum aftur um brekku, fyrst til valið til Kongressina og síðani til Hvítu Húsini.
Ikki bert USA men allur heimurin hevur brúk fyri at síggja eitt skifti í amerikonskum politikki, har høgrarákið við alt ov nógvari átrúnaðarligari ávirkan verður steðgað. Tað verður oftani sagt, hvussu nógv vit hava at læra av USA. Tað er rætt. Men amerikanarar hava so sanniliga eisini nógv at læra av okkara Evropa, sum í so mongum liggur langt frammanfyri. Deyðarevsingin er bert eitt dømi. Annað er humanisman og okkara sosialu og heilsuskipanir.
Sosialurin