Hetta eru sjónarmið, sum flestallir føroyingar uttan iva kunnu taka undir við. Men hetta krevur, at hitt almenna veruliga setir sær útbúgvingarpolitisk mál og ikki minst sýnir evni og vilja til at útvega fíggjarliga tilfeingi, ið skal tryggja hesi mál. Hetta er galdandi fyri fólkaskúlan, miðnámskúlarnar og fyri hægru útbúgvingarnar. Gera myndugleikarnir ikki hetta, so missa teir trúvirðið og Føroyar gerast eftirbátur í altjóðagerðini og í alheimssamfelagnum.
Í gjárkvøldið vóru hægru útbúgvingarnar í fokus á sera áhugaverdum fundi her i Miðlahúsinum. MFS hevði skipað fyri fundinum, og settu tey ungu serstakliga ljóskastaran á umstøðurnar hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum. Ein niðurstøðan á fundinum var, at sosialu og fakligu umstøðurnar hjá studentunum er alt annað enn nøktandi. Hølini eru spjadd og vánalig og tey lesandi hava einki felags savningarstað ella studentahús, har tey kunnu savnast til fakligar og sosialar samverur. Tey lesandi eru ikki sjónlig í samfelagnum eins Setrið sjálvt er alt ov ósjónligt eisini.
Myndugleikarnir mugu nú taka sær um reiggj og koma út við einari ætlan fyri Setrið. Tað kom fram á fundinum, at Setrið eigur stórt grundøki í Markangili. Hví ikki nú taka eina avgerð um, at har skal framtíðar universitet Føroya liggja. Semja var um á fundinum, at universitetið skal verða eitt álitið í framtíðar vitanarsamfelagnum. Skal stovnurin kunna liva upp til hendan leiklut, má hann hava sømilig lívskor.
Sosialurin