Oddagrein· SvF í 20 ár

Sjónvarp Føroya hevur í hesum døgum 20 ára hátíðarhald, og vit vilja við hesum ynskja stovninum hjartaliga tillukku. Tá hugsað verður um, hvussu lítið, ið upprunaliga varð ætlað við SvF, má ásannast, at stovnurin hevur megnað at ment seg við avmarkaðum fíggjarligum tilfeingi.

Í einari av jubileumssendingunum varð upplýst, at tað er sjey ferðir so dýrt at framleiða sjónvarp sum útvarp. Tá hugsað verður um hesi tøl, so má eisini ásannast, at tað er sera torført at gera sjónvarp í Føroyum av tí einføldu orsøk, at tað er so kostnaðarmikið.

Við kostnaðarstøðinum í huga eigur SvF at nýta høvi at umhugsa, hvar stovnurin framyvir skal leggja sína orku.Er nøkur meining í at royna at hava alt, sum hini hava? Hevði tað ikki verið skilabest at lagt orkuna har, sum tørvurin er størstur og har vit av góðum grundum eru best, nevniliga til føroyskt tilfar. So er spurningurin, hvat slag av føroyskum tilfari. Her kann leiðslan í SvF valla koma uttanum, at tørvurin er størstur á góðum barna- og ungdómssendingum. Her haltar í dag, hóast tær sendingar til børn, sum eru, eru stak góðar. Men her manglar enn tilfar til tey hálvvaksnu, tey millum og 13 og 17 ár.

Tíðindi hava av góðum grundum høga raðfesting í SvF. Her átti stovnurin framyvir at lagt seg eftir føroyskum tíðindum. Tað er ivaleyst tað, sum hyggjarin vil hava. Tey flestu hava í dag alternativar kanalir, har tey fáa altjóða tíðindi hvønn tíma. Nógv hevur verið tosað um public service í hesum døgum og rætt er, at hetta hevur stóran týdning. Um SvF ikki í størri mun framyvir livir upp til alment viðurkend public service krøv, fer almenningurin í longdini ikki at góðtaka at rinda 2000 kr. um árið til SvF. Public service krøvini merkja, at stovnurin skal vera óheftur, hava objektivan og breiðan tíðindaflutning, stovnurin skal røkka øllum borgarum og dekka tørvin hjá øllum samfelagsbólkum uttan mun aldur, átrúnað og politiskan lit. Tað skal vera okkara ynski, at SvF í framtíðini fer at megna hesi krøv í størri mun enn í dag. Eydnast hetta verður SvF tann sterki og góði mentanarmiðilin í samfelagnum. Hetta er ein stór ábyrgd, sum vit ikki ivast í, at dugnaligu starvsfólkini í SvF fara at liva upp til í framtíðini.

Sosialurin.