Oddagrein· Summar, sól<DPTAB>&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp; og festivalar

So kom summarið langt um leingi eftir nakrar mánaðir við mestsum vetrarkulda. Fólk hava sagt í jaligari merking, verið sum hamskift av góða veðrinum. Eitt, sum hevur eyðkent summarið, er, at nú eru fleiri festivalar umframt vanligu siðbundnu stevnurnar. Festivalarnir eru eitt sera kærkomið og upplívandi ískoyti til stevnurnar. Meðan stevnurnar mest snúgva seg um ítrótt, so eru festivalarnir eyðkendir av tónlistarligum og øðrum listarligum tiltøkum.

Festivalurin yvir øllum er Listastevnan í Havn, men lat tað verða sagt alt fyri eitt, at festivalarnir úti á bygd standa ikki aftanfyri í dygd og fjølbroytni, bert í vavi og tað ger minni. Listastevnaner eitt fantastiskt tilboð til føroyingar. Her hava vit eitt einastandandi høvi at koma í samband við altjóða list innan mangar listagreinir, eingin nevnd og eingin gloymd. Samstundis hava vit høvi at møta nøkrum av tí besta í føroyskari list. Hetta er sera gott fyri bæði list og almenning. Í ár var úrskrivað skaldsøgukapping. Hetta var eitt frálíkt hugskot og skal blaðið við hesum nýta høvið at ynskja Oddvør Johansen hjartaliga tillukku við virðislønini. Ein slík kapping kann stimbra áhugan hjá skrivandi fólki. Nú verður spennandi, hvat kappingin næsta ár fer at hava sum evni.

G-festivalurin, summarstevnan í Fuglafirðri, Summarfestivalurin í Klaksvík og onnur tiltøk eru eisini sera spennandi íkast til heildarmyndina av festivalum í ár. G-festvalurin og summarstevnan í Fugalfirðu vóru, so ymisk annars, ómetaliga flott tiltøk, og eru tey ivaleyst komin fyri at vera. Nú er so summarfestivalurin í Klakksvík eftir. Fyrireikararnir møta við einum framúrskarandi programmi, ið røkkur frá Hensley til Johan í Kollafirði. Jú klaksvíksingar og teir mongu gestirnir, ið ivaleyst fara at streyma til Summarfestivalin, hava nógv og góð tónleikatiltøk at gleða seg til. Vit ynskja fyrireikarunum góða eydnu við tiltakinum komandi dagarnar.

Sosialurin