Oddagrein: Stovnið ein vanlukkugrunn

Vit hava aftur fingið eitt talandi dømi um, at okkum vantar ein -vanlukkugrunn - ella ein katastrofugrunn, sum kanska er tað rættara heitið. -Eftir tað nógva glopraregnið og tey mongu skriðulopini er aftur -spurningurin: -Hvør skal nú betala?

Tey mongu skriðulopini, og tað, at vatnið floymdi yvir her og har, hevur -havt ómetaligan skaða við sær. Skaðar, sum tað tekur langa tíð at gera -aftur, og sum kosta nógv. Harafturat kemur tann menniskjaliga orkan og -ampin, sum eisini ger seg galdandi.


Úr Kalsoynni frættist, at fleiri túsund litrar av mjólk eru farnir í havið. -Vegirnir eru ikki gjørdir aftur, so bøndurnir norðan til á oynni sleppa ikki -suður á Syðradal við mjólkini. Teir hava tí ikki havt annað val, enn at -skrúva botnventilin frá, og lata mjólkina renna út í Kalsoyarfjørð. Hetta er -ikki bara harmiligt, men stór skomm!


Hetta er so aftur eitt dømi um ábyrgdarloysi hjá myndugleikunum og eitt dømi -um, at okkum vantar eina tilbúgvingarskipan. Ikki fyrr enn týsdagin - eina -viku eftir skriðulopini - vóru menn frá Landsverkfrøðinginum í Kalksoynni og -mettu um skaðarnar. Sjálvandi skuldi hetta verið gjørt beinanvegin. Metti -Landsverkfrøðingurin tá, at tað lat seg ikki gera at bøta skaðarnir -beinanvegin, átti stovnurin at borið so í bandi - helst saman við -Vinnumálastýrinum -, at bøndurnir sluppu av við mjólkina á ein ella annan -hátt - við skipi ella tyrlu.


Okkum er ikki greitt, um bøndurnir bara vera við sviðusoð og missa peningin, -teir annars áttu havt fingið fyri mjólkina, ella um teir kunnu fáa virðið -endurgoldið. Men er eingin trygging á hesum øki, kundi ein vanlukkugrunnur -komið væl við.


Tað sama ger seg galdandi hjá Klaksvíkar kommunu. Fyribils havur tekniska -deildin mett, at tað fer at kosta slakar fimm milliónir krónur at umvæla -skaðarnar, men fleiri skaðar kunnu koma til sjóndar seinri. Klaksvíkar -kommuna hevur ikki pengar tøkar til slíkar ábøtur, og rokningin verður tí -send landsstýrinum. Landsstýrið skal so útvega sær eina eykajáttan, um -landsstýrið samtykkir at ganga umbønini á møti. Eisini í slíkum føri kundi -ein vanlukkugrunnur komið væl við.


Tað sama ger seg galdandi fyri tey, sum eru við í hjálpar- ella -bjargingararbeiði, tá ástendur. Tey kunnu fáa skaða á sjálvan seg, klæði, -bilar ella bátar, og ivi er, um nøkur trygging tekur við. Her eru tí fleiri -dømi um, at vit áttu at stovna ein vanlukkugrunn - ongatíð ov skjótt!