Spurnartekin varð politiskt og alment sett við upphæddina, landsstýrið upprunaliga avgjørdi at lata. Ein millión krónur var heldur ikki nógv, tá hugsað verður um, at vit hava eina fíggjarlóg, sum táttar í fýra milliardir krónur. Ein millión krónur er afturímóti nógv, tá hugsað verður um, at vit hava einar 200 mió.kr. í halli á somu fíggjarlóg. Í vikuni avgjørdi landsstýrið so at lata tríggjar milliónir krónur afturat. Takk skal landsstýrið hava fyri tað.
Føroyar eru eitt ríkt samfelag, um vit bera saman við so nógv onnur lond. Tað er bara tað, at so nógvur peningur kemur ikki til skattingar, og føroyskir einstaklingar og føroyskir stovnar og felagsskapir eiga nógv í fíggjarstovnum her og uttanlands. Grundað á hetta hava vit - felagssapurin - ráð at lata fýra milliónir krónur.
At føroyingar ikki eru pírnir, og halda seg aftur, tá talan er um hjálpararbeiði og innsavningarátøk, er júst fjareystur-innsavningin eitt gott dømi um. Reyði Krossur fór - sum vituligt er - ígongd beinanvegin, og higartil er longu ein hálv mio.kr. komin inn. Harafturat er ein hópur av einstaklingum við at fyrireika ymisk innsavningartiløk. Fyrst og fremst eitt stórt innsavningartiltak í vikuskiftinum.
Eftir skránni verður tann árliga nýggjárskonsertin víðkað til eisini at fevna um eina konsert við fleiri einstaklingum og bólkum. Fleiri av teimum fremstu føroysku tónlistafólkunum verða við í hesum tiltakinum. Talan verður tí um eina langa konsert - 4-5 tímar. ´Tey eru ófør og tað takka vit teimum fyri.
Okkara viðmerking er, at sjálvandi skuldu konssertirnar verið tvær, so onnur fingu høvi at sleppa til konsertina og guldu fyri hana, og ikki bara tey, sum frammanundan høvdu keypt atgongumerki til ta fínu nýggjárskonsertina. Í øllum førum kom meira inn. Konsertin verður send í sjónvarpi og í útvarpi og harafturat verður sending í útvarpinum fyri at byggja upp undir innsavningarátakið, sum verður kring alt landið og í øllum peningastovnunum.
Náttúruvanlukkan í Fjareystri er óivað størsta náttúruvanlukkan í fleiri mannaminni. Tær kunnu henda har og tær kunnu eisini henda um okkara leiðir. Spurningurin er, um vit ikki eiga at seta meira pening av á landsins fíggjarlóg, ætlaður til ein grunn til slík endamál. Og tað, sum ikki verður brúkt eitt ár, verður flutt til næsta ár, so ein munagóð upphædd verður í hesum hjálpar- og menningargrunninum.
Grunnar tykjast ikki vera gott latín í eygunum hjá búskaparfrøðingum, men um vit høvdu ein slíkan grunn, slapst í øllum førum undan fíggjarnevndarskjølum og eykajáttanarlógum, tá vanlukur - tvíverri mugu vit siga - av og á henda. Hóast tað almenna hevði ein grunn, ella eina konto við peningi, til menningarhjálp ella hjálpararbeiðið, hevði tað ikki tikið hugin frá fólki at savna pening inn.
Tað er at vóna, at stóra innsavningarátakið eydnast væl, so vit, sum liva í hesum góða kovanum, kunnu lata eina munadyggja hjálp til hesi neyðstøddu fólk og øki.
Sosialurin









