Oddagrein· Stendur á jøvnum

Uppstillingarvalini á supertuesday ella ovurtýsdegi góvu ikki nakra endaliga avgerð um uppstillingarnar til forsetavalið í USA til heystar. Hjá demokratunum var spenningurin stórur, hvørt Obama ella Clinton fór at vinna. Úrslitið gjørdist, at tað stendur mestsum á jøvnum. Hillary Clinton hevur tó munin við sínum 835 umboðum móti teimum 726 umboðum, sum Barak Obama higartil hevur vunnið sær. Sostatt er spenningurin bert øktur, og tað kann væl henda, at tað framvegis stendur á jøvnum, tá endaligi uppstillingarfundurin verður í september mánaði.

Uppstillingarstríðið hjá demokratunum er sera áhugavert og boðar frá broytingum í amerikonskum politikki. Valevnini eru veruliga sermerkt – ein kvinna og ein afroamerikanari. Hetta í sjálvum sær er tekin um stórar rembingar í veljarafjøldini. Hillary fær stuðul frá verkamannafjøldini, latinoamerikanum og floksaparatinum. Barak fær stuðul frá ovara parti av meðalstættini, teimum intellektuellu og uttan iva meginpartin av afroamerikanunum. Skemtandi verður sagt, at Hillary er til PC, meðan Barak er til Mac. Hetta er ein orsøkin til, at tað stendur á jøvnum. Ein onnur orsøk er, at tað í roynd og veru eingin munur er á politiska boðskapinum hjá demokratisku valevnunum. Munurin var millum Edward øðrumegin og Clinton og Obama hinumegin. Edwards vendi sær beinleiðis til tað fátæka USA. Hann lovaði at javna út stættarmunin og hevði eina sosialdemokratiska valskrá. Tað, sum so skilir, eru sjálvir persónarnir – teirra sera ymisku persónsmenskur og teirra bakstøði. Tað er sostatt ikki løgið, at tað stendur á jøvnum.

 

Hjá republikanum er støðan væl greiðari, og alt bendir á, at McCain verður stillaður upp. Hann verður elsta valevni nakrantíð, 72 ár, tá hann tekur við, um hann altso verður valdur til forseta. McCain er ikki nakað vanligt republikanskt valevni. Hann gongur ofta móti flokkinum, eitt nú í málinum um Guantanamo. Sum gomul stríðshetja frá Vietnamkrígnum hevur hann stóra virðing millum veljarar úr báðum flokkum og kann fara at gerast eitt sterkt mótvalevni hjá einum demokrati á forsetavalinum. Fyri heimin er tað ikki eitt feitt, hvør, ið gerst forseti. Øll valevni lova betri búskap. Tey demokratisku valevnini lova at enda kríggini, steingja Guantanamo, at steðga ólógliga virkseminum hjá CIA og at enduskoða politikkin mótvegis Europa og Latínamerika. Tað er helst vanliga áskoðanin í Europa, at ein demokratiskur forseti gagnar Europa og heiminum mest. Hann ella hon kann bøta um umdømi USA og ivaleyst gera heimin tryggari.

 

Sosialurin