Oddagrein· Steingið Guantanamo

Atfinningarnar móti USA fyri fangaleguna Guantanamo á Cuba harðna í hvørjum. Ein bólkur av mannarættindaserfrøðingum hevur skrivað frágreiðing, ið hevur sum niðurstøður, at USA má steingja leguna, sleppa øllum fangum leysum ella seta fangarnar fyri dómstólarnar. Støðan, sum nú er, er hvørki løgfrøðiliga ella etiskt haldgóð. Tað sømir seg snøgt sagt ikki einum landi, ið sigst ganga á odda fyri at verja fólkaræðið at uppihalda hesi fangalegu, har menn nú hava sitið í fleiri ár uttan lóg og dóm.

Uttan mun til, um fangarnir hava tikið lut í hernaðarligum atgerðum móti USA ella øðrum vesturlondum, so ber hetta ikki til í longdini. Einki fólkaræði kann uppihalda eini slíkari skipan uttan at taka skaða. Hetta at halda krígsfangar innistongdar í áravís er heilt ósameinligt við fólkaræðiliga siðvenju og kann hetta, um einki hendir fáa sera álvarsamr fylgjur fyri umdømi USA og tess sameindu. Tað er sera umráðandi fyri eitt fólkaræði, at fólkaræðiligar meginreglur verða hildnar í øllum viðurskiftum  at eitt stórveldi ikki hevur eitt sett av reglum fyri seg sjálvt og eitt annað sett, ið er galdandi fyri onnur.

Í stíðnum móti altjóða yvirgangi hava stórveldini tikið alt meira ódemokratisk stig. Hetta hevur reist tann gamla spurningin av nýggjum: Kann eitt demokratiskt land verja fólkaræðið við ódemokratiskum háttaløgum? Tað er júst hetta, sum hendir á Guantanamo. USA, ið sigur seg ganga á odda at verja og menna fólkaræði, hevur framhaldandi hesa fangalegu. Sum eitt framhald av hesum óhepna tiltaki koma nú nýggjar avdúkingar um ræðuleikar í Abu Graib fangahúsinum í Bagdad, ið amerikanska hermegin hevur havt ábyrgdina av. Hesar avdúkingar hava ikki styrkt álitið á amerikanska fólkaræðið. USA og leiðslan har eigur nú at fáa ein enda á hesum óskili, tí hetta er bæði ósømiligt, ólógligt og skaðiligt fyri fólkaræðið ikki bert í USA men um allan heim.
Sosialurin