Eitt heitt evni er støða Føroya í ríkinum. Allir flokkar hava eina meining um hetta. Sjálvstýrisflokkarnir hava eitt sindur trupult við at greiða frá, hví tað er so umráðandi at júst teir fáa umboð Fólkating. Málini og stóru spurningarnir skulu jú ikki avgerast í Danmark men í Føroyum. Kortini verður heitt á veljaran um at tryggja einum av sjálvstýrisflokkunum umboðan á danatingi. Áhugavert er at staðfesta, at bæði Fólkaflokkurin og serstakliga Sjálvstýrisflokkurin eru nógv radikaliseraðir við atliti at sjálvstýrismálinum, og báðir hava í valsendingum mælt til loysing innan ávíst áramál. Hinvegin hevur ídni loysingaflokkurin, Tjóðveldi, niðurtónað loysingaretorikkin og hevur lagt doyin á praktiskan politikk og á tey ítøkiligu úrslit, sum Norðuratlantsbólkurin kann vísa á. Hetta er ikki minni áhugavert.
Javnaðarflokkurin hevur tann trupulleika, at hann, sum hevur leiðsluna av samgonguni, skal ella heldur seg skula verja rikna politikkin hetta løgtingsvalskeiðið. Her er nógv gott at vísa á, eitt nú stabilitetur og ein góður búskapur, men veljarin er ikki so áhugaður í fortíðini, hann vil hoyra um framtíðina. Her hevur knípt hjá Javnaðarflokkinum, men hann hevur tó í endaspurtinum fingið fatur í einum góðum enda, og tað er vælferðarpolitikkurin, Flokkurin ger ivaleyst beint í at vísa á, at góði búskapurin má nýtast til vælferð. Javnaðarflokkurin hevur mangan havt trupult við at forklára sína støðu til ríkisfelagsskapin, men hesaferð tykist flokkurin í valstríðnum vilja bjarga sær við yvirtøkulógini, sum jú er ein blankotjekkur til loysing, um nakar skuldi ynskt hetta stigið. Hervið er avgerðin flutt til Føroya, har hon sjálvandi eigur at vera. Klára valevnini at balansera millum sínar sambandsveljarar og sínar sjálvstýrisveljarar eftir hesi eggini, so kann Javnaðarflokkurin fáa eitt gott val.
Sambandsflokkurin hevur tann fyrimun, at hann í fólkatingsvalstríði kann tóna reint flagg og vísa á greiðar linjur. Øll vita, hvør boðskapurin er. Hinvegin hevur fríggjaríið við Tjóðveldi seinastu tíðina gruggað eitt sindur, og boðskapurin er vorðin kámur og ógreiður. Miðflokkurin, hvørs boðskapur er, at ein vil blanda seg uppí málini, áðrenn tey koma til Føroya, er smartur og kann hetta geva atkvøður hjá teimum ikki heilt fáu, sum halda alt ilt koma úr Danmark. Hetta verður eitt sera spennandi val ikki minst tí flestu flokkar nú opið siga seg til reiðar undir ávísum treytum at gerast parlamentariskt støði undir danskari stjórn.
Sosialurin