Oddagrein· ST stóran týdning

Eitt av mongu málunum, sum vórðu tikin fram undir vitjanini hjá Clinton og Blix var týdningurin ST felagsskapurin hevur fyri heimin. Víst varð á tað stóra arbeiði, sum verður gjørt í ST høpi og heitt varð á heimsins lond um at virða arbeiði hjá hesum felagsskapi. Gjørt varð eisini vart við, at ST undir Bush hevur ikki fingið tað pláss í heimssamfelagnum, sum tað eigur. Høvuðsvalevnið hjá republikanska flokkinum til forsetavalið, fyrrverandi borgarstjórin í New York, hevur eisini sera avmarkaðar vónir til ST og tess framtíðar virki. Tí er Hillary eisini okkara boð.

Sum heimsins størsta og kanska einasta superstórveldi hevur USA alstóran týdning fyri ST og tess framtíð. Kann vera at nógv burokrati og pappírsveldi fylgir við, tá ein altjóða felagsskapur gerst so stórur, men hinvegin er hetta størsta og besta altjóða forum, ið vit eiga til verju av fólkaræði og mannarættindum og einum liviligum heimi. Felagsskapurin ger stórt og týdningarbeiði á fleiri økjum. Men tíverri hevur eitt nú USA við Bush á odda í fleiri førum undirmett týdningin av hesum og somuleiðis ikki sørt undirgravað arbeiði tess.

 

Vit sóu tað eitt nú tá ST við Blix á odda royndi at sannføra heimin um, at Irak átti ikki hópoyðingarvápn, soleiðis sum amerikanska Bushstjórnin bleiv við at pástanda. Undir vitjan síni í Føroyum gjørdi sami Blix púra greitt, at innrásin av Irak vegna hópoyðingarvápn var púra burturvið.

 

Við globaliseringini fremst á breddanum er neyðugt við einum sterkum og heimsumfatandi felagsskapi sum ST, einum flaggskipi og slagskipi um somu tíð, sum hevur heimild/autoritet og styrki til at seta út í kortið og stýra heimsskútuni.

 

Millum trúgvastu stuðlar ST teljast Norðurlond og gjørdi ikki minst Clinton greitt í Føroyafyrilestri sínum týdningin sum júst Norðurlond hava í altjóða høpi. Hóast vit ikki telja meira enn umleið 25 mill. fólk, so eru vit ein savnandi megi, ið veruliga kann gagna og ganga á odda í ikki minst humanistiska partinum av globaliseringini. Tá verður ikki minst hugsað um tey mongu bleytu virði, sum Clinton eisini nam við, og sum nettupp felagsskapur sum ST og eitt nú Norðurlond við sum sínum sosialu samfelagsskipanum kunnu seta ljóskastaran á.

 

Tað er eindømi, at Føroyar fáa slíka vitjan. Tað er eisini sera sjáldsamt fyri ikki at siga ongantíð, at tey mál hesir settu undir lupp í Norðurlandahúsinum, verða tikin fram og umrødd millum føroyingar. Alt gott um vinnuliga menning í kjalarvørri á slíkari vitjan, men lat okkum so sanniliga eisini menna okkara egna hugburð, soleiðis at vit vera ein virkin partur í altjóðagerðini, sum ikki bert snýr seg um handil og vinnu men ikki minst um menniskjanslig virði.

 

Sosialurin