Oddagrein· ST og Amnesty

Í morgin er altjóða ST dagur. Í ár nýtir altjóða felagsskapurin Amnesty International júst henda dagin til at seta ljóskastaran á brot á mannarættindi kring heimin. Í hesum sambandi er eisini føroyska deildin av felagsskapinum, sum ber orð fyri at vera sera virkin, við til at seta út í kortið av nýggjum. Føroyadeildin, sum hevur verið við í flestu stóru tiltøkunum mongu seinastu árini og hevur umboðað okkara lítlu tjóð á altjóða pallinum í stórt mát og væl, hevur sett sær fyri at fáa so nógvar føroyingar til ber at senda áheitanir til stjórnir í londum, har brot á mannarættindini eru gerandiskostur. Áheitanir um at steða hesum brotum.

Fríggjadagin 24. oktober fer felagsskapurin undir sína herferð, ið er eitt sera gott tiltak, sum vónandi nógvir føroyingar fara at taka undir við. Í lýsingum í bløðunum í morgin verður greitt frá, hvussu hvør einstakur føroyingar kann geva teimum, sum líða undir mannarættindabrotum kring heimin, eina hjálpandi hond.

Amnestyátakið ber heitið "Skriva fyri Lívi" og er endamálið at fáa føroyingar at arbeiða beinleiðis fyri at steðga mannarættindabrotum. Átakið varir í góðan mánað og endar sjálvan mannarættindadagin 10. desember. Ætlanin er at fáa fólk inn á heimasíðuna hjá Amnesty at tekna seg til at fáa brøv sendandi eina ferð um mánaðin at senda til stjórnarleiðarar og myndugleikar í londum, har brot verða framd móti fólki. Brøvini, sum verða send, snúgva seg um mannarættindabrot og ?viðurskifti í londum kring allan heim.

Tað finst neyvan nakar betri dagur enn júst ST-dagurin at seta slíkt átak í gongd. ST er nevniliga tann stóri menniskjansligi og virðiligi karmurin um allar heimsins íbúgvar. Hesin ópolitiski felagsskapurin, sum skal umboða okkum øll og ikki minst børnini, tey sjúku og veiku, tey gomlu og rætt og slætt teg og meg, er helst eitt tað skilabesta tiltakið í mannasøguni. Amnesty-felagsskapurin hevur eina ikki minni týðandi uppgávu at røkja, hóast hann ikki fevnir so víða sum ST og er ein nógv øðrvísi felagsskapur. Men felags fyri báðar hesar felagsskapir er, at teir stríðast fyri friði og mannarættindum á eini jørð, sum er fyri okkum øll uttan mun til húðalit, trúgv og sosialan status annars.

Vit heilsa Amnesty í Føroyum og ynskja alt tað besta við hesum skilagóða átaki. Sum vónandi ber ávøkstur. Sum er við til at lata upp eygu okkara fyri tí órættvísi, sum fer fram so nógva aðrastaðni, samtíðis sum vónin er, at okkara íkast og áheitanir vera væl og rætt móttikin á rætta stað.

Og vit vilja fegin endurtaka her, at eitt hitt størsta brotið á mannarættindini í heiminum, verður framt av tí tjóð, sum so mong síggja upp til, USA. Við at tvíhalda um deyðadóm í ár 2003 má sigast, at hetta landið, sum kallar seg fyri "Guds own country", er størsti skammbletturin á heimskorti mannarættindabrotsins.

Sosialurin