Oddagrein· Spennandi filmsverkætlan

Eitt danskt filmsfelag fór herfyri undir eina spennandi filmsverkætlan saman við føroyingum. Hon snýr seg um at gera ein ella fleiri DVD filmar burtur úr gomlum filmum, sum eru tiknir upp í Føroyum so langt aftur filmur hevur verið til

Tað er eitt felag undir Nordisk Film, ið kallast Substanz, sum hevur tikið stig til hesa filmsverkætlan, har gerandisupplivingar hjá føroyingum skulu lýsa tey seinastu 100 árini av føroyskari søgu. Gerandisupplivingar hjá føroyingum skulu savnast saman og gerast til film.

 

Fyrsta stigið í verkætlanini, sum fór av bakkastokki á kunnandi fundi í Müllers pakkhúsi fyrr í ár, er at fáa allar føroyingar um at kanna eftir, um teir hava gomul filmsklipp liggjandi. Ella um teir kenna onkran, sum man hava okkurt áhugaverd filmstilfar liggjandi. Eisini at kanna øll hugsandi arkiv úti sum heima, sum goyma filmar.

 

Stigtakarin til hesa ætlan, Troels Uhrbrand Rasmussen segði við Rás2 í vikuni, at filmsverkætlanin hevur fingið eina flúgvandi byrjan. Tað vísir seg nevniliga, at føroyingar hava tikið sera væl ímóti áheitanini at finna fram gamlar filmar. At hjálpa sær hevur hann fingið føroyingar í Danmark og Føroyum. Eik grunnurin stuðlar verkætlanini fíggjarliga.

 

Tað hevur eydnast at fáa staðfest ikki færri enn 40 dokumentariskar filmar í donskum arkivum, har tann elsti er frá 1907. Innihaldið er alt frá kongavitjan til landbúnað og útbygging av teimum nýggju Føroyum. Ì Føroyum eru tað fleiri persónar, sum hava gjørt vart við seg og sum liggja inni við gomlum upptøkum. Allir filmar verða so spældir yvir á DVD og fáa eigararnir DVD kopi umframt originalin aftur.

 

Vit kunnu bert fegnast um, at henda verkætlan hevur sæð dagsins ljós, tí her er talan um part av mentan og samleika okkara, ið ikki skal liggja goymt undir vaðingini ella í fjaldum arkivum men sum eigur at síggja dagsins ljós og verða partur av nútíðar Føroyum. Eisini kundi hetta verið við til at eggja okkara egnu filmsfólkum til at farið undir líknandi stig. Herfyri vísti løgtingskvinna í lesarabrævi á, at tað er spell, at slíkt stig skal vera tikið í útlandinum og ikki av okkum sjálvum. Hon eftirlýsti størri stuðul til føroyska filmsframleiðslu. Tað kunnu vit bara vera samd við hana í, men tað eina eigur so ikki at útiloka hitt.

 

Sum skilst hevur danska filmsfelagið “specialiserað” seg í at gera søguligar filmar úr upprunatilfari tvs. gomlum filmum. At so Eik grunnurin hevur mett hetta at vera vert at stuðla kunnu vit bara fegnast um. Miðlahúsið hevur seinastu ólavsøkurnar víst gamlar filmar úr Føroyum. Verður høvi hjá okkum at vísa úrslitið av umrøddu verkætlan leggja vit fegin høli okkara til og hví ikki just á ólavsøku, tá mentan og samleiki eru so frammaliga á breddanum.

 

Sosialurin