Oddagrein í Sosialinum hevur rætt, men ...

Hetta er ein lítil viðmerking til oddagrein í Sosialinum týsdagin.

 

Í samband við ráfiskagrunnin verður sagt, at "Javnaðarflokkurin var við til at fáa kappingarpartin inn í skipanina..", t.v.s. í ráfiskagrunnin. Tað er greitt, at greinskrivarin kennir til tað sum hendi á hesum økinum. Og tað er eisini púra rætt, sum sagt verður, men hetta er bert ikki allur sannleikin. Tí júst hetta málið er eitt gott dømi um hvussu nógv, ið kann fáast burtur úr samstarvi millum fakfeløg og politiskar myndugleikar og flokkar.

Hetta mál byrjaði í 1986, tá eg á fiskivinnutingi legði fram eitt fullfíggjað uppskot um eina nýggja prísáseting, har virkini í staðin fyri at fáa eina fastsetta upphædd pr.kg. í sín part skuldi fáa ein prosentpart av framleiðsluvirðinum. Hetta vildi givið virkjunum ein heilt annan áhuga fyri at fáa meira burturúr og at halda útreiðslunum niðri. Samstundis var ein ætlan um hvussu studningurin úr ráfiskagrunninum kundi minkast niður í einki eftir fáum árum.

Hesi hugskot vaktu slíkan ans, at Atli Dam, sum tá hevði ábyrgdina av fiskivinnuni, setti eina nevnd at arbeiða víðari við hesum hugskotum. Av ymiskum orsøkum var hetta arbeiðið ikki komið víðari í 1988, tá val skuldi vera. Tí var eg sjálvur við til at evna tað uppskot, sum varð lagt fram á ting beint áðrenn freistina at leggja fram uppskot í seinastu tingsetuni hetta valskeiðið. Tað er hetta uppskotið, sum eisini varð samtykt, sum víst verður til í umrøddu oddagrein.

Av ymiskum orsøkum tók tað sína tíð at fáa sett nýggju skipanina í verk. Ein var, at vit í 1988 høvdu størstu marknaðarkreppu í nýggjari tíð. Ein onnur var, at tað tók sína tíð at sannføra virkini um, at marknaðarbúskapur var verdur at royna! Men alment byrjaði hesin marknaðarbúskapur ársskiftið 1989/90. Og í somu viku byrjaði kappingin millum virkini um fiskin við tí úrsliti, sum vit kenna so væl.

Hvussu forbeinað tann politiska skipanin var sæst eisini av, at á sumri 1991 samtykti tingið at innføra ta gomlu koddaskipanina aftur, har virkini vóru tryggjað í høvd og reyv uttan mun til inntøkur og útreiðslur. Orsøkin til, at henda skipanin ikki kom at virka var, at feløgini hjá fiskimonnum noktaðu av velja limir í eina nýggja prísásetingarnevnd, hvørs høvuðsprinsipp longu høvdu spælt fallitt.

Men við so glæsiligum úrsliti av samstarvi millum javnaðarflokkin og fiskimannafelagið skuldi ein hildið, at flokkurin var meira enn íðin at halda áfram. Men søgan vísti tað beint mótsatta, uttan at hetta skal útgreinast nærri á hesum sinni.

Seinasta royndin hjá fiskimannafelagnum av javnaðarflokkin er tá hesin í samband við málið um fiskidagaskipanina bæði skjeyt upp og atkvøddi fyri, at bert reiðarafeløg skuldi vera umboðað í hesi nevnd. Í viðmerkingunum til lógina frátók javnaðarflokkurin enntá fiskimannafelagnum tess eksistens í einum máli, har tað hevur somu áhugamál sum reiðarar. Tað er einki frætt um, at tað á nakran hátt nervar javnaðarflokkin, at hann á hendan hátt hevur framt rættarbrot, greinsandi til grundlógarbrot, móti tí felagi og formanni, sum flokkurin kann takka fyri, at umrøddu petti í oddagreinini yvirhøvur kann skrivast.