Oddagrein· Somu rættindi fyri øll

Nógvir føroyingar fáa ikki fylgt við í politiskum orðaskifti, og tí eru teir útihýstir frá fólkaræðinum, og tað er ein trupulleiki fyri samfelagið. Soleiðis ljóðar frá stovnum og felagskapum nú altjóða handicapdagur er. Ein slík støða eigur ikki at vera góðtikin í einum vælvirkandi fólkaræði, tí øll eiga at hava møguleikan at seta seg inn í politisk viðurskifti og gera sær sína egnu meining. Hesir eru spurningar, sum felagsskapir og myndugleikar av røttum varpa ljós á ein slíkan dag. Tað er sera áhugavert at fokus verður sett á løgtingsvalið við atliti at støðuni hjá brekaðum, og tað er upplagt júst at nýta altjóða handicapdagin til hetta endamál.

Tað er ein skylda hjá teimum, sum taka lut í politiska orðaskiftinum og hjá teimum, sum skipa fyri upplýsing og orðaskiftum, at seta sær spurningin, hvussu tryggja vit øllum uttan mun til handicap møguleikar at taka aktivan lut í fólkaræðiligum tilgongdum? Hetta er eitt mál um politikk og um vælferð. Í mong ár hevur alt annað enn vælferðin verið á skránni. Okkara politisku leiðslur, uttan mun til ideologiskt støði, hava verið upptiknar av ávikavist fullveldi og búskaparligum vøkstri. Alt gott um tað – hetta eru jú sera týðandi politisk mál fyri land sum okkara.

 

Hinvegin er tíðin nú komin at seta fokus á vælferð fyri øll og jøvn rættindi. Vit hava sera góðar tíðir, og Føroyar sigast vera eitt av heimsins bestu londum at liva í. Hetta er, sum tað klárt gongur fram av altjóða handicapdegnum, ein sannleiki við avmarkingum. Nú mugu flokkarnir taka annað skinn um bak. Vit halda okkum hóma nakrar glottar, eitt nú við tí lógartyssi hjá landsstýrismanninum í almannamálum, sum nevnist bústaðarpakkin. Her verður latið upp fyri nógv betri bústaðarmøguleikum hjá fólki við breki og serstøkum tørvi. Men enn trýtur nógv, og langt er á mál. Hetta skal alt síggjast í ljósinum av vælferðarsamfelagnum. Hetta mál hevur leingi ligið á láni, samstundis sum spurningurin um vælferðina er vorðin heitasti politiski spurningur í øllum okkara grannalongum. Somu rættindi fyri øll er eitt sjálvsagt krav í einum fólkaræði.

 

Sosialurin