Nú kann ein spyrja, hví vit fegnast um, at tað gongur væl ella betri hjá eini einstakari fyritøku. Orsøkin er tann einfalda, at Smyril Line er okkara einasta sjóvegis ferðasamband við umheimin, og at hetta felag av mongum verður mett sum okkara nationala reiðarí ja lokomotivið, tá tað umræður at menna eina føroyska ferðavinnu. Tí uttan Norrønu hevði verið soltið hjá teimum, sum reka ferðavinnu her á landi. Smyril Line er at meta sum ein brúgvabyggjari millum Føroyar og umheimin og sum føðir alt tað stóra ferðamannabaklandið her heima. Sjálvandi ber eisini til at ferðast til Føroya við flogfari , men tað í sær sjálvum er ikki nóg mikið, og tað nøktar so ikki allan tørvin.
Tað er eingin loyna, at tað hevur gingið trupult hjá Smyril Line nú í mong ár, serstakliga síðani, at Norrøna rendi á land. Men eisini í aðrar mátar hevur gingið skeiva vegin. Tað, sum varð mett at vera ein bjarging fyri felagið, nevniliga, at hetlendingar settu pengar í, skuldi vísa seg eisini at hava eina slagsíðu. Rutan til Hetlands gav ikki nokk.
Manglandi inntøkurnar hava so gjørt, at umframt hetlendingar hava eisini fyritøkur og grunnar í Føroyum sæð seg noyddar at seta uppaftur fleiri pengar í fyritøkuna, nú somu longu høvdu sett í frammanundan. Heldur enn at missa sínar pengar og standa og hyggja at, meðan henda so týðandi inntøkukelda fyri Føroyar sum ferðamannaland fór niður við flagginum og glapp okkum av hondum, gjørdu íleggjararnir av at váða enn fleiri pengar. Hetta var eisini gjørt út frá tí stavnhaldi, at Norrøna er so grundleggjandi fyri ferðamannavinnuna sum heild.
Nú síggja vit so tekin til, at íløgurnar hava ikki verið til fánýtis, men tað eru eisini góð og dugnalig fólk hjá fyritøkuni, sum hava megnað at vent gongdini. At víðka um sesongina, at sigla meira uppá Noreg og nú eisini at taka Skotland við í siglingina gerastøðuna betri og somuleiðis framtíðar útlitini. At taka Skotland við er uttan iva sera skilagott, tí tað fer at fáa bæði føroyingar og norðmenn at bíleggja sær ferðaseðlar við Norrønu. Vit kunnu bara ynskja tykkum hjá Smyril Line tillukku og góða eydnu.
Sosialurin