At einki er likið út kundi bent á, at tað ikki sær alt ov gott út. Tvs. at føroyingar og umheimurin annars mugu gera seg út við enn størri toli, tá tað ræður um at finna olju her. Tríggir turrir brunnar eru sjálvandi ikki nakað gott úrslit. Tvørturímóti. Men teir eru so kortini ?bara? tríggir. Hyggja vit at øðrum økjum, har tað verður borað fyri fyrstu ferð, hoyrir tað meira til undantøkini, at olja verður funnin eftir bert tríggjar boringar.
Verður eingin olja funnin í triðja brunninum kann tað bava bæði hepnar og óhepnar avleiðingar. Tað eru tey, sum fara at siga, at so mikið nógv virksemi er í landinum í løtuni, at stór oljufund høvdu bara fingið bikarið at flóta yvir. Tað hevði skundað undir yvirupphitingina. Hinvegin eru tað sjálvandi mong vinnulívsfólk, sum hava brúkt tíð og orku til eina slíka avbjóðing, tó at tey ikki hava gjørt stórar íløgur í so máta. Og so eru tað sjálvandi útlendsku oljufeløgini. Man kann siga, at hetta eru tey von við og at tey tola bæði ein og fleiri turrar brunnar at byrja við. Kortini gevur hetta eitt óheppið signal úteftir, tí møgulig oljufeløg, sum høvdu kunnað hugsað sær at verið við í eini aðru útbjóðing tá vilja setast aftur. Eisini kann hugsast, at verandi oljufeløg eru ikki so heit fyri at bora allar brunnarnar tey longu hava játtað nú tað er ikki ókent aðrastaðni, at feløg, sum hava bundið seg at bora fleiri brunnar - aftaná turrar brunnar - royna at sleppa undan at bora fleiri.
Samanumtikið er tað eingin vanlukka verður eingin olja funnin á hesum sinni. Hetta er bert byrjanin. Hóast bert ein brunnur skal borast her næsta ár, verða nógvir boraðir beint við markið. Og tað er greitt, at gerast hesir oljufund, vil áhugin fyri Føroyaøkinum aftur vaksa. Og tað er spennandi at frætta, hvussu gongst hjá BP og Shell, sum bora Assyntbrunnin hinumegin markið. Samfelagshjólini koyra víðari, hóast olja ikki verður funnin í hesum umfarinum. Vit hava so gjørt okkara heimaarbeiði væl, og tað er eitt pluss, at ongar stórar íløgur eru gjørdar í nakað, sum vit enn ikki vita er til. Tað er helst rætt at sláa kalt vatn í blóðið og ikki síggja tríggjar miseydnaðar boringar sum nakra vanlukku. Vit hava tíðina fyri okkum. Men oljuinntøkurnar vóru ætlaðar at vera enn eitt bein undir føroyska búskapinum. At hesar ikki í dag eru so átroðkandi merkir ikki, at brúk ikki verður fyri teimum um nøkur ár. Tí eiga vit at halda fram við leitingini og her m.a. skunda undir eina komandi útbjóðing.
Sosialurin