Meirilutin í vinnunevndini mælir til at brúkra grótið úr tunnlinum til
ta stóru ferjuleguna, sum skal gerast eystan fyri Drelnes. Hetta ber í
sær, at nógvar milliónir krónur kunnu sparast. Talið 45 er nevnt.
Harafturat er tað skilagott umhvørvisliga at brúka at koyra stutt og
brúka grótið beinanvegin. Verður tað ikki gjørt, skal tað koyrast í
rúgvur her og har, til tað einaferð verður brúkt.
Tí halda nógv, at meirilutin í vinnunevndini er á rættari leið: at
tengja tvey arbeiði saman og spara pening. Hetta er áhugavert og eitt
stórt framstig, tí vit síggja alt ov ofta, at mál verða loyst hvør sær
uttan eina meira samfelagsgagnliga heildarætlan.
Men hetta tilmælið hjá vinnunevndini hevur tann vansa við sær, at
samferðsluhavnin verður ikki liðug til tíðina - til nýggi Smyril kemur
til Føroya í oktober næsta ár!
So kann spyrjast hevur tað so stóran týdning? Tað halda summi. Fyrst og
fremst suðuroyingar, sum í spenningi bíða eftir eini nútímans ferju. Men
eisini landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, sum altíð
tosar um sparing, men sum saman við samgonguflokkunum hevur sett met í
almennari nýtslu. Nú hevur hann so høvi at vísa sparing í verki.
Fyri at hann kann gera tað, skal fyrst ein verkætlan fyri
Øravík-Hov-tunnilin gerast. Landsverkfrøðingurin hevur gjørt eitt
uppskot, sum hvørki suðuroyingar ella onnur eru nøgd við. Hesin tunnilin
liggur ovarliga og krevur nógv vegarbeiði. Síðani hava suðuroyingar
skotið upp at flytata tunnilin vestur eftir og leggja hann í eina beina
linju. Byggisamtakið NCC sigur seg kunna gera hann fyri umleið 100
mió.kr., men samtakið vil ikki taka á seg váðan. Harafturat skal eisini
hetta uppskotið kannast betri.
Sjálvandi skal arbeiðið at gera samferðsluhavnina byrja sum skjótast,
men tá vit eru í eini støðu, at tvey arbeiði kunnu tengjast saman og vit
kunnu spara pening, eigur hetta málið at verða kanna nógv gjølligari.
Hetta er ikki eitt krav frá føroyskum skattgjaldarum, men teir vilja, at
tann ofta súrt vunnið peningurin verður brúktur so skynsamt sum
møguligt.
Og peningurin er ikki skynsamt brúktur, um ein kanning og gott politiskt
arbeiði seinri vísir, at hesi arbeiðini kunnu tengjast saman og spara
pening.
Sosialurin