Men neyðugt er ikki hjá nevndini at skapa sær størri trupulleikar enn neyðugt. Tað hevur hon óivað gjørti einum aktuellum máli í høvuðsstaðnum, har hon hevur noktað at latið eitt skonkiloyvi í gongugøtuni. Sambært tí, sum alment er komið fram, hevur nevndin noktað at lata loyvi, tí veitingarhúsið liggur í gongugøtuni.
Frammanundan hevur Tórshavnar Kommuna viðmælt umsóknini um skonkiloyvi í kaffi- og matstovuni, sum vit framvegis kallað Kondittaríið. Grundgevingin hjá býráðsformanninum, Heðini Mortenen, er, at býráðið vil hava so nógv lív, fólk og virksemi sum møguligt í Miðbýnum. Hesum kunnu tey flestu taka undir við.
Harafturat skuldi júst ein gongugøta verið eitt tað besta plássið, sum er, til matstovuvirksemi. Tað er í eini gongugøtu fólk spáka og kanska "detta Inn" á gólvið a fáa sær ein kaffimunn, eina øl ella eitt glas av víni. Soleiðis er tað kring allan heimin, og soleiðis eigur tað eisini at vera í Føroyum.
Henda grundgevingin hjá loyvisnevndini er heldur ikki serliga haldbar. Vit skulu bara ganga nakrar fáat metrar niðan eftir einum sliski frá gongugøtuni, so enda vit í eini hugnaligari loftspub. Ganga vit hinvegin nakrar metrar oman eftir Sverrisgøtu - tað er Fransabrekkan - koma vit inn í eina aðra matstovu - niðri undir áðurnevndu loftsmatstovu - sum hevur skonkiloyvi! Hvar er logikkurin?
Alt sum hevur við øl og vín, matstovur og vertshús, og rúsdrekkapolitikk sum heild at gera, hevur síni mótstøðufólk og viðhaldsfólk - fyri og ímóti. Báðir partar skulu virðast, og tí er frálíkt, at slík mál koma alment fram, so fólk fáa høvi at koma við síni meining. Men eitt eru flest øll samd um, at alt sum hevur við rúsdrekka at gera skal fara fram við sømiligheit, undir væl skipaðum viðurskiftum og at brúkið eigur at verða tálmað sum mest.
Ein sannroynd er, at síðani vit fingu eina liberalari lóggávu á hesum øki, er ein stórur bati hendur. Í dag kunnu fólk fara inn á eitt verthús at fáa sær eitt glas og fólk kunnu njóta eitt glas saman við eini máltíð. Tað bar ikki til áður. Harafturat er "ballaríið" flutt frá gøtunum og inn í høli undir skipaðum viðurskiftum. Harafturat er nøgdin, sum seld verður, ikki vaksin tað, sum summi spáddu.
Tað er ikki loyvisnevndin, sum skal avgera, eftir flestra manna tykki, hvar og hvussu nógv loyvi skulu latast. Tað er ikki loyvisnevndin, sum skal reka býarskipanarpolitikk, sum býráðsformaðurin í Havn sigur. Og talið av skonkiloyvum eigur at avmarka seg sjálvt. Eru ov nógv latin, ja, so gevast tey, sum ikki fáa "biksina" at mala runt, tí veitingarstaðið er ikki nóg gott og hugnaligt.