Landsstýriskvinnan í mentamálum upplýsir í tíðindaskrivi, hvat Múrnevndin og Føroya Fornminnissavn hava arbeitt við í felag. Hetta er bæði eins sjálvsagt og hetta er jaligt, eftirsum at Fornminnissavnið jú er viðkomandi fakligi myndugleiki í fornminnamálum. Tá ein serstøk nevnd á sinni varð sett at koma við varðveitingaruppskoti um Múrin, so kann orsøkin hugsast at hava verið hon, at Múrurin seinastu hundrað árini ikki bert hevur verið ein fornfrøðiligur spurningur men eisini ein politiskur trupulleiki fyri myndugleikarnar. Hetta tí Múrurin hevur so ómetaliga stóran týdning sum ímynd og fyri okkara samleika sum tjóð.
Tað var tí helst neyðugt fyri at finna eina forsvarliga loysn at leggja trupulleikan til eina nevnd, sum so hevur havt tann trupla setning at finna ein nýtiliga loysn á einum eymum máli. Nevndin hevur havt hepna hond og er samd um eitt tilmæli, sum er fakliga forsvarligt og politiskt nøktandi. Niðurstøðan hjá Múrnevndini er, at Kirkjubømúrurin eigur at verða varðveittur, sum hann er. Tey sakkønu um øll Norðurlond fegnast um hesa niðurstøðu, tí Múrurin er ikki bert føroyskur mentanararvur. Hann er eisini felags norðurlendskur og europeiskur mentanararvur. Sum fornminni er Múrurin unikur og víða gitin eitt nú tí, at hann sum heild hevur fingið frið og ikki er broyttur og umbygdur sum flest onnur líknandi fornminni í heiminum.
Nevndin mælir sjálvandi til, at verndararbeiðið fer fram eftir altjóða etiskum leiðreglum, og at arbeitt verður fram ímóti, at mentanarminnini í Kirkjubø sum ein heild, t.e. eisini aðrar leivdir av biskupssetrinum, verða góðkend sum partur av heimsins felags mentanararvi. Hetta er ikki bert eitt sera gott hugskot – hetta bindur eisini myndugleikarnar til at halda Múrin og hini mentanarminnini í umhvørinum sum tey eru í dag.
Nú er so eingin umbering fyri at bíða við at fara undir varðveitingar- og verndararbeiðið. Nevndin hevur áhugaverd uppskot í hesum høpi. Hetta verður ein dýr verkætlan, men Múrurin er so sermerktur og hevur so stóran mentanarligan týdning eisini uttan fyri landoddarnar, at tað verður neyvan nakar trupulleiki at útvega fígging uttanlanda til verkætlanina. Men hetta krevur sjálvsagt, at vit samstudnis rinda okkara part og væl tað. Og hetta krevur, at vit eru samd.
Múrnevndin leggur nú frá sær og mælir til, at arbeiðið við Múrinum verður lagt upp í hendurnar á Føroya Fornminnissavni burturav. Hetta tilmælið er eins sjálvsagt, og tað er skilagott. Nevndin og Fornminnissavnið hava gjørt eitt gott arbeiði og nú er tað upp til politikararnar at skapa karmarnar og at gera tað møguligt at koma víðari.
Sosialurin










