Nú hendi so ein álvarsom vanlukka í Suðuroy, har ein smádrongur varð skambitin av leysum hundi. Hendingin er ein skelkur fyri drongin og fyri øll foreldur. Slíkt skal als ikki kunna koma fyri. Allir hundar skulu vera í bandi. Fólk kæra seg ofta um leysar hundar, men einki verður gjørt við óskilið. Seinastu árini er eisini hent tað, at talið av hundum er økt heilt nógv. At eiga hund av góðum útlendskum slag er vorðið ein mótasøk. Hundar verða innfluttir í hópatali og eftirlitið við, um talan er um friðardýr ella bithundar man vera sum Harragud veit. Støðan er í hvussu so er tann, at nógv foreldur kenna seg ótrygg. Henda støða kann ikki halda fram. Her má okkurt gerast.
Myndugleikarnir eiga at skerpa reglurnar fyri hundahaldi, eftirlitið við innflutningi av hundum eigur somuleiðis at verða nógv skerpt, og eigarar eiga at ábyrgdast fyri teir skaðar, sum hundar teirra elva til. Allir hundar eiga at vera í bandi uttan mun til, um eigarin er til gongu úti ella hundur hevur tilhald við hús eigarans. Tað, sum hendi í Sumba herfyri, har smádrongur varð álopin, eigur ikki at kunna henda aftur í Føroyum. Børn eru verjuleys í so mongum høpi í dagsins samfelag. Tað er skylda myndugleikana at gera alt, sum gerast kann til tess at verja børn móti teimum vandum, sum støðugt hótta tey, uttan mun til hvørjir hesir vandar so enn eru.
Sosialurin